Tíðindi

Atferðin hjá barninum vísir, at okkurt ikki ruggar rætt

At ogna sær nýggja vitan og taka til sín nýggja praksis er viðkom tilgongd hjá øllum, ásannar Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi í Námi, sum er ein teirra, ið hevur ráðgivið Stranda skúla í tilgongdini at seta nýggja trivnaðar- og menningartilgongd í verk.

23-11-2022

- Royndirnar, sum dagstovnurin hevur av barninum, saman við tí, sum foreldrini hava at siga, hava nógv at siga fyri, at barnið fær bestu fortreytir í skúlanum. Ljós verður varpað á styrkirnar hjá barninum. Er barnið ófriðarligt og órógvar nógv, so hyggja vit nærri at, hvussu karmarnir eru, hvussu tey vaksnu eru um barnið, og hvussu relatiónirnar um barnið eru. Lagt verður upp til, at vit arbeiða við kørmunum hjá barninum, soleiðis at barnið mennist, og ikki síggja trupulleikan sum verandi í sjálvum barninum. Yvirskipað síggja vit barnið sum boðbera av øllum tí, sum er rundan um tað. Atburðurin er ein boðbering. Vit leggja dent á, at tað er ikki barnið, vit skulu broyta, men karmarnar rundan um barnið. Tað eru karmarnir, sum elva til mistrivnað og vantandi læring og menning. Sjálvsagt er tað eisini eitt samspæl við tað, sum barnið hevur við sær av ílegum og úr uppvøkstrinum, men tað eru felagsskapurin og karmarnir, vit skulu hava í huga. Nógv gransking vísir, at tú kanst vera fødd við nógvum avbjóðingum, men eru karmarnir góðir, kanst tú fáa eitt gott lív, trívast, mennast og læra. Um somu tíð eru eisini dømi um, at vit kunnu vera fødd við teimum bestu fortreytunum, men livir tú í vánaligum kørmum, kann mistrivnaður og vantandi læring skjótt verða úrslitið, sigur hon.

Tað er hálvt annað ár síðan, Stranda skúli setti hol á nýggju trivnaðar- og menningartilgongdina. Tíðarætlanin er sett at vera tvey skúlaár. Triðju hvørja viku eru starvsfólk skúlans á leiðslufundi við trivnaðarráðgevanum í Námi og SSP-ráðgevanum. Tá verður greitt frá gongdini, reflekterað verður um tað, sum hendir, og uppskot verða løgd fram um, hvussu komið verður víðari.

- Leiðslan hevur fingur á pulsinum, og samskiparin á staðnum syrgir fyri, at tað, sum vit avtala, verður framt. Eru tað lærarar, sum halda, at alt fer ov skjótt fram, so steðga vit á og tosa um, hvussu vit kunnu fara víðari fram. Tað kann koma fyri, at vit siga, at vit royna tað, vit hava lært, í eina tíð, og so eftirmeta vit aftur og seta nýggja kós. Vit asfaltera, meðan vit koyra. Hetta er einastandandi spennandi, tí henda tilgongdin hevur givið starvsfólkahópinum so nógv annað. Orð eru sett á, hvussu starvsfólkini samstarva sínámillum, hvussu erlig tey tora at vera yvir fyri hvørjum øðrum, og eisini um styrkirnar og veikleikarnar hjá hvørjum øðrum, ikki fyri at finnast at, men heldur at finna út av, hvussu styrkirnar hjá hvørjum einstøkum koma til sjóndar og kunnu verða brúktar í samstarvinum og toymunum. Starvsfólkini hava heilt greitt fingið eitt innlit inneftir.

Ein grundleggjandi fortreyt at fara undir hetta miðvísa arbeiðið er, at øll starvsfólkini binda seg at vera í eini tíðar- og orkukrevjandi tilgongd í eina tíð.

- Í Stranda skúla eru tey so heppin, at kommunan hevur stuðlað sera væl, eisini við at bera ein part av kostnaðinum. Undirvísingarstýrið hevur eisini játtað tímar, og leiðslan í skúlanum hevur eisini lagt arbeiðið soleiðis til rættis, at ráðleggingardagar, skeiðsdagar og onnur undirvísing verða løgd inn á ein miðvísan hátt. Kanska tað týdningarmesta, so hava lærararnir og hini starvsfólkini í skúlanum lagt nógv fyri og verið fús at brúkt tíð.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.