Tíðindi
16.04.2025
Altjóða móðurmálsdagurin 21. februar er farin framvið á hesum sinni. Tað eru nógvar góðar orsøkir at varpa ljós á henda dagin á hvørjum ári, halda málgranskarar.
– Móðurmálsdagurin er týdningarmikil, tí tað í nógvum londum er lítið pláss fyri at tosa onnur mál enn málið, sum flestu íbúgvar í landinum tosa, sigur Øystein A. Vangsnes, professari.
Í Noregi eru umleið 18 prosent av fólkunum av øðrum etnisum uppruna enn norskum. Í Evropa tosa sum heild umleið 20 prosent av næmingunum í fyrsta flokki annað mál enn høvuðsmálið í landinum.
Nógvir fyrimunir at tosa fleiri mál
Er nakrir fyrimunir at tosa fleiri mál?
– Fyrst og fremst hevur tað virði í sjálvum sær at duga eitt mál aftrat umframt móðurmálið. Tú kanst rætt og slætt meiri enn onnur, siga granskararnir.
Mentanarliga sæð er tað eisini virðismikið at duga fleiri mál, tí tað ger tað lættari at hava samband við mentanina og ættarfólkini í øðrum londum.
Heilin broytist
Harumframt eru stórir fyrimunir fyri heilan at duga fleiri mál:
– Tú kanst javnviga millum málini í høvdinum við, at heilin lagar seg til og broytist. Heilin lærir at megna at fokusera, og tú verður meiri uppmerksom. Heilin klárar betur at velja, hvat hevur týdning, og hvat ikki hevur, og minnið – arbeiðsminnið – hjá tær verður betri, sigur Vincent DeLuca, granskari.
– Tað ger, at kognitiva ellitilgongdin verður seinkað, soleiðis at tú heldur teg mentalt væl fyri í longur tíð, sigur Vangsnes.
– Tað at duga fleiri mál, “tambar” heilan bæði mentanarliga og kognitivt. Men tað kemur ikki ókeypis! Tú mást brúka og tosa málið, annars missir tú tað, undirstrikar Natalia Mitrofanova, granskari.
Megna børn fleiri mál í senn?
– Tosa foreldrini ymisk mál, hevur tað týdning fyri børnini at hoyra og brúka bæði málini. Summi stúra fyri, at børnini gerast ørkymlað av at hava fleiri mál, men tað nýtist tað als ikki at vera. Heilin dugir sera væl at læra mál, serliga í barnaárunum.
Tað sigur Natalia Mitrofanova, sum granskar í, hvussu børn læra seg mál.
– Hevur tú tvey mál í familjuni, so vísir gransking, at bæði foreldrini eru umráðandi fyri at læra bæði málini. Eisini tann, sum tosar málið, sum tey flestu í famljuni tosa, eigur at gera ein innsats fyri at læra hitt málið – á tann hátt fáa børnini betri førleikar í tí málinum, sigur Vangsnes.
Kelda: forskning.no