Tíðindi


At seta lærarar við

Uppundir hvørt nýtt skúlaár søkja nógvir skúlar eftir lærarum, sum sjálvsagt er, tí at summir fara frá fyri aldur, aðrir eru í farloyvi, og Námsvísindadeildin handar mongum nýútbúnum lærarum prógv hvørt ár.

20. juni 2018

Týsdagin 15. mai 2018 søkti Hoyvíkar skúli í Havn eftir lærarum til skúlaárið 2018/2019. Fimm føst størv og fýra tíðaravmarkað størv vóru lýst leys á heimasíðu skúlans. Tá ið umsóknarfreistin var úti týsdagin 29. mai 2018, vóru 65 umsóknir komnar inn til størvini. Til samanberingar vóru 58 umsóknir komnar inn til størvini skúlaárið 2017/2018. So líkt er til, at áhugin hevur verið størri í ár enn seinasta skúlaár. 

   Hans Jón Thomsen, skúlastjóri sigur, at Hoyvíkar skúli hevur fingið fleiri umsóknir til størvini í ár, og fleiri hava eisini sett seg í samband við hann við spurningum í sambandi við starvlýsingina.

   Í Klaksvík hevur Skúlin á Skúlatrøð sett lærarar til næsta skúlaár. Inn komu 44 umsóknir, sum er umleið tað sama sum í fjør. Áhugin er stórur og tað er gott fyri skúlan, at fleiri við útbúgving eru at velja ímillum, sigur Vagn Foldbo, skúlastjóri.

   Yvirhøvur er áhugin stórur fyri at søkja størv í landsins skúlum. Til dømis søkir Skúlin á Giljanesi í Vágum eftir fýra lærarum í føst fulltíðarstørv og einum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv. Har er annars eitt tíðaravmarkað starv leyst vegna avlopstímar skúlaárið 2018/19. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september 2018.

   Á Tvøroyri eru fýra føst lærarastørv, trý tíðaravmarkað størv og eitt tíðaravmarkað starv við 15 tímum  í serflokki lýst leys til setan frá 1. august 2018. Eisini har eru tey tíðaravmarkaðu størvini lýst leys vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar.  

   Hvalvíkar skúli søkir eftir tveimum lærarum næsta skúlaár. Annað starvið er tíðaravmarkað, og umsøkjarin skal kunna røkja flokslærarauppgávuna í 5. og 6. flokki. Eisini har verður søkt eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar skúlaárið 2018/19.  

   Skúlin við Streymin søkir eftir "fakliga dugnaligum og samstarvssinnaðum lærarum at byrja skúlaárið 2018/19". Her er talan um eitt fast lærarastarv og fýra tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018/2019 vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar.

   Sandoyar Meginskúli hevur søkt eftir tveimum lærarum søkir eftir, skúlaárið 2018-19 í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar.

   Tofta skúli hevur lýst trý føst lærarastørv og fýra tíðaravmarkað lærarastørv leys vegna farloyvi, lækkað tímatal og møguligar avlopstímar.

   Til skúlaárið 2018/19 søkir Skúlin við Løkin í Runavík eftir fimm lærarum í føst størv frá 1. august 2018. Eitt av størvunum er sum leiðari av sertilboðnum. Skúlin søkir eisini eftir fýra lærarum í tíðaravmarkað størv vegna farloyvi, skerda tíð og avlopstímar.

   Í Sørvági søkir skúlin eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna lækkað tímatal, tímar til serligan tørv og til avlopstímar. Talan er um skert tímatal. Sørvágs skúli søkir haraftrat eftir tveimum lærarum og einum námsfrøðiligum stuðli til serskúlatilboðið Pallin.

   Stranda skúli søkir eftir eftir námsfrøðiligum stuðlum, og Sankta Frans skúli í Havn søkir eftir einum lærara í fast starv og trimum lærarum í tíðaravmarkað starv, harav tvey eru parttíðarstørv.

   Her verður ikki alt nevnt, men sambært Starvsportalinum eru mong leys lærarastørv leys at søkja næsta skúlaár. Um allir lærarar, ið søkja, fáa starv, er helst ikki sannlíkt. Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, segði longu 15. juli 2016 við Kringvarpið: - Vit útbúgva alt ov nógvar lærarar. Hetta segði hann, tí at fleiri nýútbúnir lærarar høvdu søkt størv, sum teir ikki fingu.

Myndin:

Yvirhøvur er áhugin stórur fyri at søkja størv í landsins skúlum

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.