Tíðindi

At samfelagið er lítið, setir størri krøv um, at vit eru professiónell

- Vit hava so nógv sambond, sum ganga á kross, at tað kann gera, at vit ikki tora at gera tað, sum neyðugt er. Tað er ringt, serliga fyrstu ferðirnar, men er tað neyðugt, so er tað neyðugt; tú mást lata teg í ta professiónellu kápuna og gera tað, sum skal til, sigur Súsanna Olsen, samskipari av útbúgvingini í námsfrøðiligari leiðslu, um tá ið truplar avgerðir skulu takast í skúlanum.

24.02.2020

28 lærarar, varaskúlastjórar og skúlastjórar hava tikið prógv í námsfrøðiligari leiðslu. Útbúgvingin hevur tikið trý ár, og nógv evni eru viðgjørd og endavend í lestrartíðini, eisini viðkom og kenslulig evni.

- Tað er eingin loyna, at summir lærarar duga betur enn aðrir, summir hava tað í sær, meðan aðrir skulu læra; men hevur tú tað ikki í tær, er kortini vón fyri tær. Eg eri av teirri sannføring, at eingin er so hopleysur, at tað ikki ber til at læra tað, sum er neyðugt og sum krevst; tó er tað ein fortreyt, at skúlastjórin hjá teimum lærarum, sum ikki hava tað í sær, veit, hvat hann skal fara eftir og gera, soleiðis at hann fær tað rætta fram í læraranum. Skúlastjórin kann leita førleikarnar fram, hann kann hyggja at tí einstaka læraranum og finna tað, sum hesin dugir væl, og hvat hann dugir minni væl, og so verður hann settur at gera tað, hann dugir. Í útbúgvingini hava vit hugt at hesum viðurskiftum, eitt nú læraranum, sum ikki hevur tað, sum skal til fyri at kunna arbeiða sum lærari. Hetta er ógvuliga viðkvamt. Men vit koma ikki uttanum, at tað hava verið og eru lærarar í fólkaskúlanum, sum ikki eiga at vera har, og eingin hevur torað at gjørt nakað við tað. At samfelagið hjá okkum er lítið, setir enn størri krøv um professiónalitet. Vit hava so nógv sambond, sum ganga á kross, at tað kann gera, at vit ikki tora at gera tað, sum neyðugt er; vit kenna fólkini, og tí tora vit ikki. Tað er ringt, serliga fyrstu ferðirnar, men er tað neyðugt, so er tað neyðugt; tú mást lata teg í ta professiónellu kápuna og gera tað, sum skal til. Onkuntíð skal bara ein tillaging til, og tey flestu læra av mistøkum, men fært tú tað ikki at vita, fært tú einki gjørt.

Undir lesnaðinum hevur nógv verið tosað um, hvørja ávirkan tað hevur á næmingarnar at hava ein lærara, sum ikki eigur at vera lærari; skúlastjórarnir hava fingið nøkur amboð at brúka, tá ið teir hava við ein slíkan at gera.

- Við fyrisitingarlógini í hondini kann skúlastjórin siga við henda læraran, at hann loysir ikki kjarnuuppgávuna, sum er í skúlanum; skal viðkomandi halda fram í skúlanum, má hann leggja á annan bógv fyri at kunna verða verandi, eitt nú førleikamenna seg.

Les samrøðu við Súsonnu Olsen í Skúlablað nr 1, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.