Tíðindi

At nýta teldlar í undirvísingini er ein sparing í sjálvum sær

Á triðja ári arbeiða lærarar í Stranda skúla við eini verkætlan, sum hevur til endamáls at brúka talgilt tilfar í undirvísingini.

11.04.2019

Hóast Stranda skúla á triðja ári er í holt við eina verkætlan, sum hevur til endamáls at brúka talgilt tilfar í undirvísingini, er tað ikki eitt krav, at allir lærararnir í skúlanum brúka talgilt undirvísingartilfar; tað er upp til hvønn einstakan, hvat tilfar verður brúkt. Tað er eisini ein sannroynd, at allir lærarar ikki velja talgilt tilfar. André F. Danielsen, lærari í Stranda skúla, er sannførdur um, at tað ikki bara er bíligari fyri skúlan at brúka talgilt tilfar; tað er eisini betri, tá ið hugsað verður um, hvussu nógva venjing næmingarnir kunnu fáa.

- At nýta teldlar í undirvísingini er ein sparing í sjálvum sær, tí minni verður keypt av pappírstilfari. Tað er rætt og slætt bíligari fyri undirvísingarverkið. Ganga allar kommunur saman við landinum um, at allir næmingar hava eitt telduamboð í part, tosa vit um nakrar fáar milliónir. Á henda hátt hevði talgilda tilfarið verið tøkt hjá øllum næmingum á sama palli. Talgilda tilfarið í støddfrøði er lætt at koma til, tað er lætt at arbeiða við og næmingalagað, og næmingarnir fáa sera góða venjing í tí tilfarinum, nógv meiri venjing samanborið við pappírsbókina. Næmingarnir kunnu sum einki rokna 40 roknistykki heima samanborið við trý roknistykki, um tað er í eini bók. Orsøkin er, at teimum nýtast ikki at skriva alt inn, tí tað stendur longu í talgildu stykkjunum. Atfinningar frá summum er, at tað er eisini ein ávís venjing í at skriva stykkini inn, jú, gamaní, men tá ið talan er um rokning, so kemur tað at skriva stykkini inn í aðru røð.

Í grunddeildini brúka lærararnir roknitilfarið, sum Nám hevur ment; tað er bæði í pappírsútgávu og talgilt, og hetta er gott tilfar, heldur André F. Danielsen.

- Vanliga rokna næmingarnir saman úr pappírsbókini, og skulu teir hava meiri venjing, rokna teir talgilt tilfar. Heimaarbeiðið gera næmingarnir á matematikfessor, sum er danskt talgilt tilfar. Talgilda tilfarið hjá Námi er best egnað til teldu, tað er nokk so harmiligt, halda vit, tí tað hevði verið best, um tað var líka væl egnað til teldil. Stóð tað til okkara, framleiddi Nám nógv meiri talgilt tilfar; tað er eitt nú upplagt at týða tilfarið á matematikfessor. Skulu vit koma nakran veg, mugu vit satsa og raðfesta, eisini fíggjarliga.

Frælsi at velja, hvat tilfar tú brúkar í undirvísingini, kann vera eitt haft um beinini, serliga um tað hevur við sær, at summir lærarar velja ikki at nýta talgilt tilfar, tí teir ikki tora, heldur André F. Danielsen.

- Undirvísingarfrælsi er nógv vert, og tí gangi eg inn fyri, men vit vóru komin longri á tøkniligu leiðini, um tað varð álagt lærarunum at brúka talgilt tilfar. Men samstundis skuldi Mentamálaráðið givið Námi fíggjarliga orku at veita lærarum námsfrøðiligan og tøkniligan stuðul á hesi leiðini. Eg eri ikki í iva um, at vit sum undirvísingarverk vóru komin longri, um vit onga tøkni høvdu, samanborið við, hvar vit eru komin í dag, tí í dag eru vit mitt ímillum. At vera mitt ímillum er eitt keðiligt stað at vera, tí tað kennist onkursvegna sum at standa í stað, og tað gongur ikki altíð sum eftir ánni. Vit eru ógvuliga varin, tað er órógvandi, tí kenslan er, at vit koma ikki so langt, sum vit kundu komið. Eg droymi ikki um ein skúla, har einki pappír er; eg droymi hinvegin um ein skúla, har vit eru púra greið yvir, hvat vit vilja við tøknini, og hvar vit brúka hana. At vit bjóða tøknini inn, merkir ikki, at vit forsaka pappír og handskrift; sjálvsagt er umráðandi, at næmingarnir duga at skriva við hond.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2019

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.