Tíðindi
28.12.2021
Spurningurin í omanfyristandandi yvirskrift er ofta at hoyra. Líka ofta er svarið ella útsøgnin “Øll skulu for ólukkan ikki verða professarar, well?!” at hoyra. Tað liggur líkasum í luftini, at tey, sum tíma at sita uppi yvir eini bók, sum onkur annar hevur sitið og skrivað, mugu sjálvi um, at tey ikki hava annað at taka sær til enn óneyðugt fjant og fjas. “Tað rakar ikki meg, hvat tú gerst, men kom ikki her og prædika, tí eg havi annað at gera!”, “Eg dugi ikki at síggja tað stóra í at lesa.” Ella “Tað sigur mær snøgt sagt einki!”
Tað keðiliga er bara, at tað er ikki líkamikið – fyri okkara samfelag og okkum sjálvi – hatta har við lesingini. Tað er so nógva staðni runt um í heiminum, at fólk ikki duga at lesa. Og vit skulu ikki so langt aftur í tíðina her hjá okkum, at einans fá fólk dugdu at lesa. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri okkum og okkara samfelag, um tað bara er eitt úrvalt lið, ið dugir at lesa? Royn og ímynda tær tað!
Eg fari í hesi tíðargreinini at lýsa nakrar fyrimunir, ið fylgja við lesingini.
Munurin á talu- og skriftmáli
Tað er soleiðis, at øll læra automatiskt talumálið, um vit ikki hava serligar fysiskar ella kognitivar avbjóðingar. Talumálið er einfalt og óskipað, og tað er í stóran mun tongt at kropsmáli so sum rørslum, kropsburði, keipum, andlitsbrøgdum og tónalagi; umframt støðuni, sum vit eru í, og hvønn vit tosa við.
Skriftmálið er heilt øðrvísi. Tað er at kalla eitt heilt annað mál. Har er eingin tilvild. Tvørturímóti. Tað er skipað og stýrt av normum, sum áseta, hvussu orð stavast, hvussu orð verða sett saman til setningar, hvussu setningar verða skipaðir, og hvussu tekn skulu setast.
Í skriftmálinum eru setningar skipaðir í yvir- og undirskipaðar setningar, ið standa saman í mun til tíðarraðfylgju, logikk og orsakarviðurskifti.
Vit læra ikki skriftmálið automatiskt. Tað verður lært ígjøgnum undirvísing. Tað krevur miðvísa læring og nógva venjing at tilogna sær tað, og tað er hetta málið, ið lesingin byggir á. Torleikastigið í skúlabókum hækkar so líðandi, so lesiførleikin hjá barninum verður mentur ár fyri ár ígjøgnum tekst, ið verður meiri kompleksur sum frá líður. Soleiðis flytur barnið seg frá at lesa einfaldan tekst til at lesa abstraktan tekst.
Kanningarrúm og spegl
Bæði børn og vaksin lesa við ymsum endamálum, men í høvuðsheitunum eru serliga tveir tørvir, sum stýra okkara lesihugi, og teir eru ynski at nema okkum vitan um heimin, sum vit liva í; og hin er at fáa innlit í tað at vera menniskja her á fold.
Meðan yrkis- og skúlabøkur geva okkum innlit og vitan um tann ytra heimin, so gevur skaldskapur okkum innlit í okkara innara heim.
Ígjøgnum skaldskap kunnu vit lesa um, hvussu onnur liva og uppliva, og hvussu tey hugsa og føla. Hetta ber bert til í skaldskapi, tí í veruliga gerandisdegnum sleppa vit ikki inn í høvdið og tankarnar á okkara medmenniskjum.
Børn og ung eru sera áhugað at lesa um onnur børn og ung. Tey lesa um sambandið við onnur, um familjuviðurskifti, um skilnað, um vinarbond og um kærleika. Hetta eru alt sambond og viðurskifti, ið hava stóra ávirkan á teirra egna gerandisdag, og sum kann geva teimum innlit í, hvussu onnur klára at loysa trupulleikar og avbjóðingar í nærsambondum.
Hansjörg Hohr, professari í námsfrøði og fagurfrøði við Oslo Universitetið á «Institutt for pedagogikk», sigur, at tá ið børn spæla og lesa søgur, so víðka og menna tey samleikan. Hann javnsetir spæl og lesing og metir hesi sum kenslulig og moralsk kanningarrúm. Í hesum kanningarrúmum ber til at viðgera og endavenda upplivingum; og at varpa ljós á hendingar og loyndarmál, sum hava í sær sterkan mátt og kenslur, á ein súmbolskan hátt.
Tað vil siga, at í hesum tykisheimum – sum spæl og søgur jú skapa – ber til hjá okkum at finna samsvarandi hendingar, ið okkum hevur verið fyri; at grunda um tær, at skoða upplivingarnar úr ymsum sjónarhornum og at fáa betri tamanhald á fløktum kenslum og kanska at lekja sár.
Eisini kunnu vit lesa um støður og umstøður, sum vit kanska ongantíð sjálvi koma í, og kortini megna vit at kenna okkum aftur í tí felagsmenniskjaliga. Vit fáa innlit í, at vit sum menniskju eru ymisk; hava ymisk kor og ymsar fortreytir; og soleiðis kunnu vit læra um okkum sjálvi ígjøgnum onnur; læra at skilja onnur, ið eru øðrvísi enn vit.
Lesingin kann soleiðis dýpa okkara sannkenning og rúmka okkara hugburð og fatan av øðrum, tí vit gerast tilvitin um, at vit eru ikki einsamøll, men at vit sum menniskju hoyra til sama felagsskap, tó at vit kanska liva í ymiskum samfeløgum og hava ymiskar tilverutreytir.
Ein annar granskari og professari við sama universitet, bókmentafrøðingurin Per Thomas Ansersen, fer so langt sum at siga, at um demokratiska samfelagnum skal verða lív lagað í framtíðini, so er alneyðugt, at vit menna okkara innlivingarevni, so vit eru før fyri at føla ella samkenna við okkara medmenniskjum, tí eru vit ikki tað, so syndrast felagsskapurin og tolsemi okkara millum.
Rætta bókin sum lykil til lesihug
Í 00-unum hendi nakað serligt, tá ið Harry Potter kom út. Nógv børn fóru at lesa hesar tjúkku, tungu bøkurnar, hóast fleiri als ikki høvdu lesiførleika til hetta torleikastigið. Summi lósu tær á enskum, tí tey høvdu ikki tol at bíða, til tær komu út á føroyskum. Og hvat hendi? Kastaðu tey bøkurnar frá sær, tí tey megnaðu ikki at lesa tær? Nei, tey stríddu seg ígjøgnum øll bindini, og mong munnu hava lisið bøkurnar upp í fleiri ferðir. Bæði gentur og dreingir lósu bøkurnar. Fleiri lósu síðan eisini Tolkien. Og stríðið lønti seg, tí tey fingu ein lesiførleika og eina lesiferð, sum tú bara ognar tær, um tú hevur lisið hóp at bókum.
Tað áhugaverda í hesum er jú, at bókin útloysir motivatiónina. Finnur tú røttu bókina, so er einki óført, og tú mennir ein førleika, sum er lykilin til allan annan lestur.
Eg spurdi ein mann, sum eg veit, hevur lisið frá barni av, hvønn týdning lesing hevði havt og hevur í hansara lívi. Hann var skjótur at svara við einum einasta orði: “ALT.” Eg spurdi hann, hvussu hann meinti. Hann svaraði: “Bøkurnar opnaðu gluggarnar úteftir og fingu meg at hyggja inneftir.”
Tíðargrein eftir Lydiu Didriksen í Skúlablað nr 5, 2021. Lydia Didriksen er fólkaskúlalærari og skúlabókavørður, hevur B.A. og M.A. í føroyskum, og seinastu árini hevur hon verið námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini