Tíðindi

At fara glaður til arbeiðis

- Hvat er tað, sum ger, at tú trívist á tínum arbeiðsplássi? Tað, ið ger, at tú fert glaður til arbeiðis og ikki hevur bestan hug at balla teg aftur undir heitu dýnuna, sjálvt um tað kann vera gott viðhvørt, sigur Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags

4. juni 2020

Tað var ein spentur, ungur maður, sum í august í 2004 sum nýútbúgvin lærari trein inn á nýggja arbeiðspláss sítt. Fýra ár á skúlabonki suðuri á Frælsinum vóru løgd afturum, og nú skuldu veingirnir roynast av álvara. Inni í skúlastovuni vóru 20 fitt barnasnýð í 4. flokki, sum í spenningi bíðaðu eftir sínum nýggja flokslærara. Hvat mundi hetta vera fyri ein maður, sum nú skuldi vera teirra flokslærari? Mundi hann vera líka fittur og duga líka væl sum hon, tey høvdu havt tey trý árini frammanundan?

Hvussu var og ikki, so var bara eitt at gera, og tað var at leypa út í tað, og tað gjørdi eg. Vit funnu saman eitt felags stev og fingu nøkur góð ár saman. Eg var flokslærari hjá teimum, til tey vóru liðug í 9. flokki, og so varð byrjað umaftur við einum nýggjum flokki. Soleiðis var mín byrjan sum lærari í fólkaskúlanum, og kanska onkur kann kenna seg aftur í hesum.

Í byrjanini hugsaði eg nógv um tað fakliga hjá mær sjálvum. Fór eg nú at klára at svara øllum spurningunum, sum næmingarnir fóru at koma við? Fór eg at røkka øllum næmingunum? Ein ørgrynna av tílíkum av spurningum vóru uppi at venda, og summir eru kanska ikki svaraðir enn.

Sum tíðin leið, fann eg meg til rættis, og ivaspurningarnir fækkaðu kanska, sjálvt um tað sjálvandi altíð er onkur nýggj støða, sum stingur seg upp. Eg fann eisini út av, at mær dámdi væl mítt starv. Ógvuliga væl enntá. Mær dámdi væl gerandisdagin í skúlanum, og eg helt, at eg hevði gott tak á uppgávuni, sum eg var settur loysa.

Í dag eri eg so lærari á sekstanda ári og havi øll hesi árini av og á gjørt mær nakrar tankar um, hví eg havi trivist so væl í mínum lærarastarvi. Nøkur viðurskifti eru nokk so grundleggjandi. Tað, at tú følir, at tú maktar at gera tað, sum tú ert settur at gera, má vera í lagi. Eisini mást tú kenna teg tryggan við at vera í einari undirvísingarstøðu, skalt tú arbeiða sum lærari. Tú mást hava tað gott, tá ið tú ert í floksstovuni saman við næmingunum og føla, at tú hevur tamarhald á støðuni. Og sum tað triðja havi hug at nevna tað sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Hvat er tað, sum ger, at tú trívist á tínum arbeiðsplássi? Tað, ið ger, at tú fert glaður til arbeiðis og ikki hevur bestan hug at balla teg aftur undir heitu dýnuna, sjálvt um tað kann vera gott viðhvørt. Um eg hyggi at mínari starvsleið sum lærari, er einki at ivast í, at tað sálarliga arbeiðsumhvørvið er nógv tongt at teimum menniskjum, sum tú ert saman við í tí dagliga.

Starvsfelagarnir hava alstóran týdning, og her hugsi eg bæði um gaman og álvara. Tað má ikki undirmetast, hvussu nógv tað hevur at siga, at tað er eitt gott huglag á lærarastovuni, og tú t.d. gleðir teg at drekka ein kaffimunn saman við starvsfeløgunum. Eisini í truplum løtum er gott við góðum starvsfeløgum. Tá er gott at kunna venda støðuni við teimum og eisini at kenna teirra stuðul, tá ið tú stríðist við okkurt tungt mál. Tú stendur ikki einsamallur, og tað er ómetaliga týdningarmikið.

Leiðslan á skúlanum hevur eisini nógv at siga, tá ið tað snýr seg um sálarliga arbeiðsumhvørvið á skúlanum. Hvussu møtir leiðslan tær sum lærara? Er tað við áliti? Verður tú møttur við áliti og kennir, at tað verður litið á teg, vilt tú sjálvandi royna at liva upp til álitið og útinna arbeiðið sum væl sum gjørligt. Eisini er umráðandi, at tú fært eina kenslu av, at tað verður lurtað eftir tær, og tín áskoðan hevur nakað at siga, tá ið avgerðir verða tiknir. Leiðslan hevur síðsta orðið, men tað er týdningarmikið at vera við í avgerðum, sum onkursvegna ávirka títt arbeiði og gerandisdag.

Tað er gott og neyðugt at varpa ljós á sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá okkum lærarum. Tey, sum hava roynt at arbeitt á einum arbeiðsplássi við vánaligum sálarligum umhvørvi, vita, hvussu slítandi tað er. Ja, eingin heldur til tað í longdini. Vit eiga øll, leiðslur og lærarar, okkara lut í at fáa eitt so gott sálarligt arbeiðsumhvørvi sum gjørligt. Tað er í øllum førum ein íløga, sum altíð fer at loysa seg.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.