Tíðindi

Arbeiða vit sambært tilmælunum, fyribyrgja vit nógvari happing

- Fara vit undir at arbeiða sambært tilmælunum, sum eru orðað, tað vil siga fyrst og fremst hyggja at happingini í fríløtunum í skúlanum, so ivist eg ikki í, at vit megna at fyribyrgja nógvari happing, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

29.05.2019

At happingin í fólkaskúlanum er minkað 2 % stig eftir 3-4 árum er at gleðast um, men tað sigur samstundis, at langur vegur er á mál, fyrr enn vit kunnu verða nøgd. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

- Sjálvandi eri eg fegin um, at tað gongur tann rætta vegin, og at tað gongur skjótari tann rætta vegin, samanborið við hvussu gongdin var frá, at kanningin var fyrstu ferð í 2007 og aðru ferð í 2015. Tá gingu 9 ár, og happingin minkaði 2 % stig; síðan eru 3-4 ár gingin, og happingin er aftur minkað 2 % stig. Men samstundis er tað harmiligt, at tað eru so nógv, sum verða happað viðhvørt og ofta.

Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at tað er sera umráðandi at gera somu kanning aftur um tvey ár í seinasta lagi, og at vit fara til verka alt fyri eitt og seta tilmælini í verk.

- Vit mugu vóna, at støðan verður betri, tá ið vit aftur fara at kanna happing. Fara vit undir at arbeiða sambært tilmælunum, sum eru orðað, tað vil siga fyrst og fremst hyggja at skipanini og umstøðunum í fríløtunum í skúlanum, so ivist eg ikki í, at vit megna at fyribyrgja nógvari happing. Átøkini, sum vórðu sett í verk eftir seinastu kanning, hava ikki verið nóg munagóð. Vit kunnu í øllum førum staðfesta út frá nýggju kanningini, at átøkini tíverri ikki hava fest seg í hugan hjá næmingunum, tað at skúlar skulu orða trivnaðarætlan, og at allir næmingar hava fingið ein faldara um happing.

Jacob Eli S. Olsen heldur, at ein orsøk til, at átøkini ikki hava munað nóg væl, er tí, at tey eru fyriskipað úr erva.

- Felags fyri átøkini hevur verið, at tey eru komin úr erva og niður gjøgnum skipanina. Tað er trupult og tekur nógva tíð at gera broytingar á henda hátt. Tankarnir eru fínir, men hesin mátin at seta fyribyrging á skrá riggar ikki. Skulu broytingar gerast, eiga vit at hugsa øvut, skipa átøkini niðri frá og uppeftir, tað vil siga frá næmingunum og lærarunum. Hetta kann eitt nú gerast við at stovna næmingaráð og skipa verkætlanarbeiði um happing í skúlanum. Eitt av tilmælunum í nýggju kanningini er at arbeiða eftir vitanarfróðaleistinum, ið er verkætlanarlíkt arbeiði. Tað er ein góð byrjan. Eins umráðandi og hetta er, er, at lærararnir hava pláss í síni arbeiðstíð at tosa sínámillum umframt saman við leiðslunum um, hvussu næmingarnir trívast, hvat riggar væl, og hvat riggar minni væl. Ein trivnaðarvegleiðari hevði verið sera hentur, og tað er eisini eitt av tilmælunum. Hetta hevði fingið fleiri næmingarnar at trivist í skúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.