Tíðindi

Arbeiðsskaðar eiga at verða skrásettir

Hví sjúkrafrávera orsakað av strongd ikki verður fráboðað, kann vera trupult at siga, men tað er púra greitt, at tað er arbeiðsgevarin, ið eigur at boða frá, tá skaði er á arbeiðsplássinum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13-09-2021

Tá ið Lærarafelagið hevur havt álitisfólkaskeið seinastu árini, hevur fólk frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verið við til dagarnar. Lærarafelagið hevur arbeitt við eini mannagongd um harðskap og hóttanum móti starvsfólkum í skúlunum, og tað var í hesum sambandi, at vit vendu okkum til Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Tað vísir seg, at lærarar eru einir av teimum arbeiðstakarum í Føroyum, ið hava fáar skaðar. At arbeiða í skúlanum er ikki eitt vandamikið arbeiði, hóast tað er komið fyri, at onkur hevur brotið beinið ella annað líknandi. Minnist eg rætt eru tað ein ella tveir skaðar fráboðaðir seinastu fimm árini á okkara arbeiðsøki. Hetta samsvarar ikki við talið av sjúkraskrivingum, sum eru á okkara arbeiðsøki. Tað er rætt, at fysiskur sjónligur skaði ikki er tað, sum vit síggja ofta í skúlunum, tó so eru tað lærarar, ið stríðast við ymiskar skaðar, sum ikki síggjast. Eitt nú er niðursett hoyrn og tinitus nakað, ið nógvir lærarar verða raktir av. Samstundis hoyra vit, at lærarar verða sjúkraskrivaðir við strongd orsakað av arbeiðsviðurskiftum.

Tað er lættari at boða frá einum sjónligum fysiskum skaða, tí beinbrot og líknandi skaðar koma oftast av eini hending, ið er løtt at greiða frá. Strongd kann vera av ov tungari arbeiðsbyrðu yvir tíð ella av hending, sum fór fram eina tíð, áðrenn strongdin vísir seg. Tí er hendan fráboðanin ikki líka einføld og kann vera trupul at lýsa. Hóast tað, so eigur strongd orsakað av arbeiðsviðurskiftum at verða fráboðað.

Á heimasíðuni arb.fo undir fráboðan um arbeiðsóhapp stendur: Eitt arbeiðsóhapp ella ein arbeiðsvanlukka er sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni at skilja sum ein persónskaði, ið er hendir orsakað av arbeiði í tænastu fyri ein arbeiðsgevara, um so er, at vanlukkan/óhappið hevur havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.

Tað er ikki vist, at niðursett hoyrn og tinitus kunnu bólkast undir arbeiðsóhapp, tí tey sjáldan geva sjúkrafráveru. Harafturímóti gevur strongd ofta langa sjúkrafráverur. Vit eiga at fáa greiðu á hesum, soleiðis at vit fáa betri hagtøl, og sum Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, vísir á í tíðindunum 27. august, eisini hava betri møguleikar at arbeiða fyribyrgjandi.

Hví sjúkrafrávera orsakað av strongd ikki verður fráboðað, kann vera trupult at siga, men tað er púra greitt, at tað er arbeiðsgevarin, ið eigur at boða frá, tá skaði er á arbeiðsplássinum. Um vit skulu fáa eina betri greining av støðuni í fólkaskúlanum, eiga vit eins og onnur arbeiðspláss at fáa skrásett og fráboðað, tá lærari hevur fráveru orsakað av arbeiðsviðurskiftum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.