Bloggur

Appilsinir, lagkøkur og fiskarúgvur

Lydia Didriksen, lærari, skúlabókavørður og námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, bloggar

22-02-2022

Tað var, tá ið eg hevði verið til ein fyrilestur, at eg fór at hugsa um hettar her, um tað ber til at vera føddur lærari. Tikið verður ofta til, at ein ella annar er føddur lærari. Í útsøgnini er undirskilt, at tann umrøddi persónurin dugir serliga væl at greiða frá og at læra frá sær, og at viðkomandi ikki neyðturviliga er lærdur lærari. Hesin fyrilestrahaldarin var ikki lærdur at undirvísa, men megnaði við sínum eldahuga at kveikja okkara forvitni og at fáa okkum at skilja eitt háfloygt evni, tó at vit onga undanvitan høvdu um evnið.

Fyrilestrahaldarin dugdi at lýsa sítt evni úr fleiri sjónarhornum. Tað hoyrdist, at hann hevði djúpa og víðfevnda vitan um økið, og tí dugdi hann eisini at gera tað abstakta ítøkiligt. Hann brúkti ítøkilig dømi, sum hann visti, at vit kendu, at lýsa tað abstrakta; og tað eydnaðist.

Hesin framferðarhátturin fekk meg at minnast ein sjáldsama góðan roknilærara frá míni skúlatíð. Hann kann sigast at hava verið føddur lærari. Hann var róligur  maður, sum vit kendu okkum trygg saman við, tí hann sló ikki, roytti ikki, klípti ikki, lyfti okkum ikki upp eftir oyrunum, kallaði ikki og skeldaði ikki. Tað var annars púra vanligt í míni skúlatíð, at summir lærarar (bæði m/k) týggjaðu sær sum óvætti. Hann hevði frástøðu, var ongantíð privatur og spurdi ongantíð um viðurskifti óviðkomandi fyri hansara yrki.

Í dag høvdu vit sagt, at hann var 100 % professionellur. Eg fari ikki at siga, at vit vóru góð við hann. Hann hevði tign, og vit høvdu virðing fyri honum; men einki kærleiksband var okkara millum. Hann var lærari, og hansara uppgáva var at læra okkum at rokna. Annað var ikki okkara millum.

Tað lá honum nær at fáa øll at skilja uppgávurnar og at duga at loysa tær. Tað var ikki líka lætt fyri øll at fata teir ymsu roknihættirnar t. d. at dividera ella at rokna við brøkum; og her komu hansara serligu dygdir fram. Hann var skjótur at skilja, hví næmingar ikki skiltu tað, sum hann royndi at læra teir. So umorðaði hann seg og ítøkiliggjørdi tað, sum hann vildi siga. Hann flusti appilsinir, so vit skiltu, at talið eitt kundi pettast sundur í fleiri partar. Hann brúkti lagkøkur at plussa og minusa brøkar. Hann fiskaði við okkum, og hann brúkti fiskarúgvur at greiða frá um tað at ganga. Hann transformeraði turr tøl til okkara gerandisdag og skapti myndir í okkara huga. Henda førningin at seta okkurt annað inn í staðin fyri tað ókenda, sum hann lærdi okkum, hevur víst seg at verið eitt hent amboð í mongum viðurskiftum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.