Tíðindi
11.09.2023
Anna Maria Reinert Jensen er 53 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu.
Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt. Hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari flestu árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari og leitt verkætlanir. Anna Maria Reinert Jensen hevur starvast sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla eitt skifti, umframt at hon hevur verið skúlastjóri í Vestmanna skúla frá februar í ár.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.