Tíðindi

Andsøgn at lækka tímatalið og samstundis seta samfelagsfrøði inn

Føroya Lærarafelag hevur einki ímóti, at samfelagsfrøði verður kravd lærugrein í 7.-9. flokki, men felagið undrast og heldur, at tað er rangvørt samstundis at lækka tímatalið í hádeildini

4. februar 2019

Verður ásetingin um at skipa samfelagsfrøði sum kravda lærugrein í 7.-9. flokki samtykt, sum uppskot er um, so skulu næmingarnir umframt verandi lærugreinir lesa eina lærugrein afturat. Tað vil siga, at næmingarnir skulu røkka væl fleiri førleikamálum við tveimum tímum færri um vikuna, tí um somu tíð leggur uppskotið eisini upp til, at tímtalið verður lækkað við tveimum tímum fyri hvønn árgang.

- Sum er eru førleikamálini í verandi lærugreinum ríkiliga nógv í mun til verandi undirvísingarmál, sigur Føroya Lærarafelag í hoyringarskrivi.

Í hoyringarskrivinum sipar Lærarafelagið til broytingarnar, sum í løtuni verða gjørdar í norska fólkaskúlanum.

- At næmingarnir fáa størri setning í styttri tíð, stríðir eisini ímóti tí, ið er kjarnin í innihaldsligu broytingunum í norska fólkaskúlanum í løtuni. Fremstur í arbeiðinum at skipa norska skúlan av nýggjum er Sten Ludvigsen frá Department of Education á Universitetinum í Oslo. Hann vísir á týdningin av, at næmingar fáa høvi at fara í dýpdina fakliga í teirra arbeiði í skúlanum. Hann grundgevur fyri, at læruúrtøkan hjá næmingunum í einstakum evnum er tengd at tíðini, ið tey arbeiða við evnunum. Hetta fyri at næmingarnir kunnu náa tað, hann nevnir ”dybdelæring”, ið hann og aðrir granskarar meta sum ein treyt í framtíðarskúlanum.

Enn er óvist, hvørja lagnu uppskotið til løgtingslóg um broytingar í fólkaskúlalógini fær, nú landsstýriskvinnan, sum hevur evnað uppskotið, er farin úr starvi. Hoyringarfreistin var úti 23. januar.

Uppskotið leggur upp til 5 broytingar, sum heimild skal veitast til. Tað er heimild at áseta samstarvseindir í 10. flokki við minstamarki fyri næmingatali, at skipa samfelagsfrøði sum kravd lærugrein í 7.-9. flokki, at lækka tímatalið í 1.-9. flokki við 2 tveimum tímum um vikuna, at kommunur kunnu leggja smærri skúlar saman við einum størri skúla, og at enda at víðka verandi áseting, (grein 57, stk 10), so royndar- og menningarverkætlanir kunnu stuðlast.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.