Tíðindi

Alt ov nógvir næmingar við sviðusoð

Skúlastjóri í skúla í Danmark fyri næmingar við serligum avbjóðingum rópar varskó: Fólkaskúlin rúmar als ikki øllum næmingum

06.03.2020

Alt ov nógvir næmingar verða ikki loftaðir í fólkaskúlanum. Tað heldur Poul Erik Clausen, skúlastjóri í Havredal; hann er skúlastjóri í skúla fyri næmingar við serligum tørvi. Skúlastjórin heldur, at tørvurin á serskúlum, slíkum sum honum, ið hann er stjóri á, er vaksin síðstu árini, og henda gongdin ger hann stúrnan.

- Vanliga útbúgvingarskipanin velur fleiri frá í dag samanborið við fyri bara fimm-seks árum síðan, og tað er ikki nóg gott, sigur hann.

Poul Erik Clausen undirstrikar, at hann í útgangsstøði dámar væl tankan um inklusjón – at børn við serligum tørvi kunnu ganga í vanliga skúlanum. Men hann heldur, at tað alt ov ofta gongur galið, soleiðis at børnini ikki fáa røttu hjálpina og mugu klára seg sjálv.

Avleiðingin er, at børnini verða sett á aftasta bonk og liva seg inn í eina dreymaverð ella ”toga gardinurnar fyri”.

- Eg hoyri ofta frá næmingum, at tað er tað, tíðin fer til í fólkaskúlanum, sigur hann.

Formaðurin í danska skúlaleiðarafelagnum, Claus Hjortdal, sigur í viðmerking, at hann fyri ein part kennir myndina aftur, sum skúlastjórin í Havredal teknar. Hann heldur, at fólkaskúlin er undir trýsti av vánaligum fíggjarviðurskiftum; hann vísir til tørvin á, at lærarar og námsfrøðingar verða betur útbúnir til at megna avbjóðingarnar við inklusjón. Somuleiðis eftirlýsir hann størri frælsi at leggja til rættis undirvísing sambært tørvinum hjá næmingunum, soleiðis at betri fyrilit verða tikin fyri børnum við serligum tørvi.

- Í staðin fyri at tey skulu hava allar tímar í øllum lærugreinum, eiga tey at sleppa at hugsavna seg um nakrar fáar lærugreinir, soleiðis at sannlíkindini fyri, at okkurt eydnast teimum, verður størri, sigur hann.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.