Tíðindi

Alneyðugt at seta ferð á gransking í málmenning

- Vilja vit menna og varðveita føroyska málið er alneyðugt, at vit tryggja, at málið er samfelagsbært, sigur Sólva Jónsdóttir, forkvinna í málráðnum

28. februar 2018

Málið er grundarlagið undir samskifti og mentan, tí hevur tað alstóran týdning, at vit alla tíðina eru tilvitað um, hvussu børn okkara, komandi ættarlið, mennast málsliga.

Mál er ikki bara móðurmálið føroyskt. Talið av fólkum við øðrum móðurmáli enn føroyskum økist alsamt í Føroyum, og tí eru eisini alsamt fleiri børn, sum vaksa upp í einum føroyskum heimi, har fleiri mál verða tosað.

Í roynd og veru eigur hetta málsliga fjølbroytnið at ríka okkara samfelag og ikki minst okkara málsligu tilvitan. Tað ger tað eisini, men eru vit ikki tilvitað um, hvussu vit í øllum hesum málsliga meldrinum menna okkara móðurmál, føroyskt, er vandi fyri, at tað dettur burturímillum.

Harumframt er ein rættiliga stórur patur av undirhaldinum, sum okkara smáu børn njóta, eisini á øðrum máli enn føroyskum. Skíggin fyllir nógv, og har er alt ov lítið av føroyskum tilfari.

At 2018 er útnevnt at vera ár fyri málmenning hjá børnum er eitt stig á leiðini. Eitt stig, sum kann vekja málsliga tilvitan hjá føroyingum, og tilvitan kann hava ta ávirkan, at raðfestingin av málmenning verður hægri, bæði hjá einstaklinginum og ikki minst hjá politikarum.

Vilja vit menna og varðveita føroyska málið er alneyðugt, at vit tryggja, at málið er samfelagsbært, t.e. tøkt at brúka á øllum samfelagsøkjum, harundir eisini í undirhaldi og tøkni.

Føroyskt mál er ikki í nóg stóran mun tøkt á øllum samfelagsøkjum. Viðvíkjandi máltøkni eru stór, týðandi øki, har føroyskt als ikki er við, eitt nú í talu-til-tekst forritum. Tað ber ikki til at googla á munnligum føroyskum ella spyrja Siri á snildfonini um eitthvørt á føroyskum. Dømi eru um heilt smá børn, sum velja at brúka annað mál enn føroyskt, tá tey tosa við teldlar og snildfonir. Í sær sjálvum er tað í lagi, at børnini longu tíðliga ogna sær førleikar í fremmandum málum, men tað er ikki í lagi, um hesi fremmandu málini koma í staðin fyri móðurmálið. Eitt gott móðurmálsligt grundarlag er avgerandi fyri førleikarnar at ogna sær onnur mál seinni. Tí eigur móðurmálið altíð at koma í fremstu røð hjá okkara børnum.

Slagorðið hjá Mentamálaráðnum er ”Spæla, mæla, tala”, og tað eru smæstu børnini, sum eru í brennideplinum. Øll børn í Føroyum, eisini tey fleirmæltu, og tey, sum ikki samskifta við at tosa, eiga at kunna ”spæla, mæla og tala” á føroyskum máli.

Tí er alneyðugt at seta ferð á gransking í málmenning, at menna føroyskt í barnaundirhaldi og máltøkni, og at menna málmenningartilfar til dagstovnaøkið.

Vekja vit tilvitan um týdningin av málmenning, fáa vit raðfestingar á økinum. Og við at raðfesta økið, økja vit um tilvitanina.

Sólva Jónsdóttir er forkvinna í Málráðnum og ritstjóri og ráðgevi á Námi.

Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum. Vit spyrja ymisk fólk, sum eru málkøn, og fólk, ið varða av økinum børn og ung, hvørji ráð tey høvdu givið landsstýriskvinnuni um tiltak, átak ella herferð, ið hevði gagnað málmenningini, umframt hvat tey halda skal til fyri at fremja tilvitið um málmenning.

Mynd: Birgir Kruse

Les eisini: 

http://www.skulabladid.fo/mi%C3%B0v%C3%ADs-lesing-%C3%AD-sk%C3%BAlunum-kann-fremja-m%C3%A1lmenningina-hj%C3%A1-b%C3%B8rnum

http://www.skulabladid.fo/m%C3%A1li%C3%B0-er-ein-g%C3%A1va

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Admin/Defaulthttp://www.skulabladid.fo/játtið-pengar-til-”kom-og-les”-átak

http://www.skulabladid.fo/ein-millión-til-málmenning-er-alt-ov-l%C3%ADtið

http://www.skulabladid.fo/málmenning-hjá-børnum-–-eitt-stórt-øki-men-hvat-hevur-størstan-týdning

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.