Tíðindi

Allir næmingar sleppa ikki á setursskúla

Skipanin í dag er soleiðis, at myndugleikarnir eisini her hava skorið inn á bein. Skúlarnir fáa tímar játtaðar til tríggjar árgangir í skúlanum, og skúlarnir mugu tí raðfesta, hvør skal sleppa á setursskúla. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

05.07.2021

Tíðin upp undir summarfrítíðina verður ofta skipað eitt sindur øðrvísi úti í skúlunum. Talan kann vera um øðrvísi skúladagar, har vanliga undirvísingin verður niðurløgd, og í staðin er ymiskt annað á skránni, til dømis verkstaðararbeiði og dagsútferðir. Harafturat verður eisini ofta farið á setursskúla, har næmingar og lærarar gista eina ella fleiri nætur onkrastaðni í Føroyum. Men allir næmingar sleppa ikki á setursskúla.

Skipanin í dag er soleiðis, at myndugleikarnir eisini her hava skorið inn á bein. Skúlarnir fáa tímar játtaðar til tríggjar árgangir í skúlanum, og skúlarnir mugu tí raðfesta, hvør skal sleppa á setursskúla. Tað vil siga, at næmingarnir í síni fólkaskúlatíð, sum antin er níggju ella tíggju ár, sleppa tríggjar ferðir á setursskúla, um teir eru hepnir. Tí um skúlin ikki hevur lagt fast, at sami árgangur fer á setursskúla hvørt ár, kann tað í ringasta føri henda, at summir næmingar ikki sleppa á setursskúla í sínari fólkaskúlatíð. Og tað er so avgjørt ikki gott.

Tí tað eru nógvir góðar grundir at fara á setursskúla. Tað munnu flestallir lærarar kunna skriva undir uppá. Sum lærari sært tú næmingarnar í øðrvísi umstøðum enn í gerandisdegnum, og tú upplivir aðrar síður av næmingunum. Hetta er alt samalt virðismikil vitan hjá tær sum lærara at fáa, og tú fært brúkt hesa vitan, tá ið tit koma aftur til vanliga gerandisdagin í skúlanum. Eisini er ofta lættari at knýta nøkur bond við næmingarnar, tá ið farið verður út úr vanligu undirvísingarstøðuni, og tit gera ymiskt saman í øðrvísi umstøðum.

Og so er heldur ikki at gloyma og forsmáa, at tað, sum oftast stendur eftir í minninum hjá næmingum, tá ið teir skulu líta aftureftir og minnast aftur á sína skúlagongd í fólkaskúlanum, er nettupp ein setursskúli. Slíkar upplivingar, sum ein setursskúli er, festa seg í minnið hjá næminginum sum nakað serstakt og gott. Sjálvandi er tað ikki bara seturskúlar, sum næmingar minnast frá síni skúlatíð, tí vónandi situr okkurt frá dagligu undirvísingini eisini eftir, sjálvsagt. Men tað er einki at taka seg afturí, at setursskúlarnir liggja frammarlaga í huganum hjá næmingunum.

At tríggir árgangir um árið sleppa á setursskúla er gott. Eingin ivi um tað. Tað hevði kortini verið uppaftur betri, um fleiri fingu hendan møguleika. Tí eins og við so nógvum øðrum viðurskiftum í fólkaskúlanum sæst ein tankagongd her frá játtanarmyndugleikanum, sum tekur støði í, hvussu langt tímarnir kunnu trýstast niður, og tað er spell.

Setursskúlin er eitt gott íkast til at geva næmingunum eina fjølbroytta og munagóða skúlagongd, og tí er tað sjálvandi týdningarmikið, at so nógvir næmingar sum gjørligt fáa hendan møguleika.    


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.