Tíðindi

Allir lærarar eiga at læra um ADHD

Tað eru so nógvir næmingar við avbjóðingum, so sum ADHD, í fólkaskúlanum, at lærarar mugu hava eina vitan um hesar næmingar, sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum

11.02.2021

Skulu vit fáa størri vitan um ADHD inn í skúlarnar, mugu lærarar fáa førleikamenning, og læraralesandi mugu fáa grundleggjandi vitan um ADHD og aðrar serligar avbjóðingar, næmingar kunnu hava. Og henda vitanin er umráðandi, um lærarar skulu gerast betur fyri at lofta næmingum við ADHD. Tað heldur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum.

- Fakliga eru tey flestu, sum hava ADHD, væl fyri, men skulu tey trívast og mennast, krevst, at nakrar tillagingar verða gjørdar í flokkinum og skúlanum. Skulu lærararnir vita, hvussu hesar tillagingarnar kunnu gerast, mugu teir verða førleikamentir til ta uppgávuna. Tað merkir bæði, at lærarar, sum arbeiða í skúlunum, sleppa á styttri og longri skeið um ADHD, og at læraraútbúgvingin onkursvegna raðfestir, at øll læraralesandi fáa eina grundleggjandi vitan um ADHD, og at læraralesandi eisini kunnu førleikamenna seg undir læraralesnaðin um ADHD, við eitt nú at kunna velja sernámsfrøði sum linjulærugrein.

Øll, sum lesa til lærara, eiga undir lesnaðinum at ogna sær eina grundleggjandi vitan í sernámsfrøði, harundir ADHD, og tú eigur sum læraralesandi ikki at kunna velja hetta frá, heldur Bjørg Dam.

- Hagtalsfrøðiliga hava umleið 10% av næmingum serligar avbjóðingar, sum treyta, at tillagingar verða gjørdar, soleiðis at næmingurin mennist. Veitst tú ikki, hvussu tú kanst inkludera hesar næmingarnar, so brennir tú út, og tú megnar ikki at lofta teimum. Eg eri onga løtu í iva um, at var størri vitan um næmingar við serligum tørvi, hevði tað loyst ein part av trupulleikunum, sum lærarar hava hvønn dag í flokkunum. Harumframt eigur sernámsfrøði eisini at vera ein linjulærugrein, sum lesandi kunnu velja. Tað hava teir kunnað, men tað kunnu teir ikki longur. Grundgevingin fyri at sernámsfrøði ikki longur er ein linjulærugrein, sum læraralesandi kunnu velja, er, at sernámsfrøði er ikki ein lærugrein í fólkaskúlanum, men tað er ikki ein nóg góð grundgeving, halda vit. Í okkara hugaheimi kann sernámsfrøði í læraraútbúgvingini samanberast við námsfrøði. Í námsfrøði lærir tú at læra frá tær, í sernámsfrøði lærir tú, hvussu tú røkkur teimum, sum hava avbjóðingar, og at inkludera tey. Tað kann ikki vera rætt, at læraralesandi ikki kunnu velja seg inn á eina linju, sum gevur teimum servitan um hetta økið, tá ið vit vita, at tað eru so nógvir næmingar við ADHD í fólkaskúlanum.

Tað eru 9 serflokkar um landið umframt serskúlar, og í øllum hesum flokkunum eru næmingar við ADHD og líknandi avbjóðingum. Bjørg Dam heldur, at summir lærarar duga sera væl at vera um næmingar við ADHD, eru tolnir og hava góðar tilgongdir, men nógva staðni verða næmingarnir ikki loftaðir nóg væl, og tað er øgiliga ørkymlandi fyri bæði næmingar og foreldur.

- Mær vitandi hava vit bara ein lærara í Føroyum við servitan í ADHD, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki nóg gott. Felagið frættir fegin, um tað eru fleiri við servitan innan ADHD, tí vit virka fyri vitanardeiling.

Sambært Bjørg Dam hevur Nám komandi skúlaár í umbúna at hava skeið fyri lærarum um ADHD.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.