Tíðindi

Akkerið hjá nýklaktum lærarum styrkjast

- Akkerslærararnir eiga at hava góðan kunnleika til læraraútbúgvingina, sigur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini

11.11.2020

Seinastu trý árini hevur ein akkerslæraraskipan verið í fólkaskúlanum; hon hevur við sær, at nýútbúni lærarin fær eitt kontaktfólk knýtt at sær. Uppgávan hjá akkerslæraranum er at seta tann nýútbúna læraran inn í øll viðurskifti í skúlanum og vera til hjálpar at vegleiða og kunna um alt, sum tann nýútbúni tørvar. Hvussu skipanin roynist, vita vit ikki, tí eingin kanning er gjørd av henni, men sum vit skilja á fleiri, er tað ymiskt frá skúla til skúla. Dekanurin á Námsvísindadeildini heldur, at deildin eigur at skipa eina eftirútbúgving fyri akkerslærarar, so teir hava førleikar at lyfta hesa týdningarmiklu uppgávuna, sum jú í síðsta enda er avgerandi fyri, hvussu góða hjálp tann nýútbúni lærarin fær og harvið eisini, hvussu góða byrjan hann fær í síni starvsleið í skúlanum.

- Vit hava umrøtt at seta eina akkerslæraraútbúgving ella eitt skeið á skránna. Akkerslærararnir eiga at hava góðan kunnleika til læraraútbúgvingina, soleiðis sum hon er háttað í dag, og teir eiga at vera so væl ílatnir til uppgávuna at vegleiða nýklaktar lærarar, sum til ber. Er akkerslæraraskipanin væl skipað við mannagongdum, so verður tað ikki upp til tann einstaka nýggja læraran at spyrja seg fyri eftir vegleiðing og hjálp, sigur Erla Olsen.

Akkerslæraraskipanin er lutfalsliga nýggj. Hon kom í lag við semjuni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í 2016. Akkerslærarin fær 40 tímar um árið fyri at røkja uppgávuna.

Les alla samrøðuna við Erlu Olsen í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.