Tíðindi

95 próvtøkustílar hjá 9. floks næmingum kannaðir

Endamálið við kanningini er at fáa ábendingar um, hvørjar førleikar næmingurin hevur ognað sær í føroyskum eftir lokna skúlaskyldu í fólkaskúlanum.

25-08-2021

Hvussu megna næmingar í 9. flokki at svara uppgávuni, teir fáa til skrivligu próvtøkuna í føroyskum? Hvussu er førleikin hjá teimum at byggja setningar? Hvussu duga teir at stava? Hesi og onnur viðurskifti hevur Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari, skúlabókavørður, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini og MA í føroyskum, kannað. Kanningin byggir á 95 av teimum 653 próvtøkustílunum, ið vórðu skrivaðir kring landið í mai 2017. Stílarnir eru greinaðir í smálutir. Í trimum greinum í Skúlablaðnum viðger hon tað, sum hon hevur kannað; í fyrstu greinini, sum er í blaðnum, ið kom í august, hyggur hon nærri at, hvørji evni næmingarnir velja, í hvønn mun uppgávuorðingin verður svarað, og hvørji málslig eyðkenni síggjast í stílunum.

Sum fólkaskúlalærari hevur Lydia Didriksen rættað stílar í mong ár, eisini próvtøkustílar kring landið, og tað er haðani áhugin at kanna stílar nærri varð kveiktur. Tí – sum hon sigur í fyrstu greinini – vísir tað seg, at stórur munur er á stílunum bæði innihaldsliga og málsliga ymsastaðni í landinum. Við loyvi frá Mentamálaráðnum hevur hon fingið atgongd til fimm navnleysar og tilvildarliga úrvaldar stílar frá skrivligu próvtøkuni í mai úr hvørjum skúla kring landið, ið hevur hádeild.

- Tað var mín meting, at fimm tilvildarligir stílar vildu geva greiðar ábendingar um førleikan. Frámerkjast skuldi ikki, hvaðani stílarnir komu. Um tað bar til, var ynskiligt, at frámerkt varð, um genta ella drongur hevði skrivað stílin. Hetta bað eg um, tí líknandi kanningar í øðrum londum vísa, at signifikantur munur er á avrikum hjá kynunum. Eg ætlaði mær at kanna stílarnar bæði innihaldsliga og málsliga fyri at fáa ábendingar um førleikarnar innan hesi høvuðsøkini hjá næmingunum kring landið, sigur hon í greinini.

Innihaldsliga var ætlanin at kanna, hvussu næmingarnir megnaðu at svara settu uppgávuorðingunum. Her var talan um at kanna greiningarfimið og førleikan at viðgera ymisk tekstasløg, eins og at kanna førleikan at skipa og at seta tekst saman.

Somuleiðis setti hon sær fyri at kanna førleikan hjá næmingunum at byggja upp setningar, hvussu einfaldir ella samansettir setningarnir vóru. Hetta kundi geva ábendingar um, um einstaki næmingurin nýtti talumál og/ella skriftmál. Saman við kanningini av syntaksi vildi hon harumframt kanna fallnýtslu og stavseting. Um onnur eyðsýnd og áhugaverd málslig frávik sóust, tók hon tey við í kanningina.

Endamálið var at fáa ábendingar um, hvørjar førleikar næmingurin hevur ognað sær í føroyskum eftir lokna skúlaskyldu í fólkaskúlanum.

Londini uttan um okkum hava í mong ár gjørt drúgvar kanningar av hesum førleikum.

- Eg meti, at hetta er týdningarmikil vitan eisini her hjá okkum at fáa til vega. Fimið at eyðmerkja og viðgera tekst, eins og málsligi førleikin at orða seg greitt og neyvt standa fremst í námsætlanum og eru grundvøllurin undir allari læring og menning bæði hjá tí einstaka og samfelagi okkara.

Les alla vísindaligu greiningina av próvtøkustílunum í Skúlablaðnum nr 4, 2021. Onnur greinin um kanningina kemur í blað nr 5, sum kemur út í oktober, og triðja greinin í blaðið, sum kemur í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.