Tíðindi

75 lærarar á lesiskeiði

Í morgun varð hol sett á nýtt skeið í lesing. 75 lærarar møttu til innleiðslu til skeiðið, sum verður hildið í Skúlanum við Løkin. Endamálið er at styrkja lesingina og lesigleðina í fólkaskúlanum.

23-08-2021

Undir yvirskriftini Kom og les er hol sett á nýtt skeið í lesing í fólkaskúlanum.

Skeiðið leggur seg eftir at venja næmingin til at gerast ein tryggari og sterkari lesari, og eitt av aðalendamálunum við skeiðinum er at menna góðar lesivanar, soleiðis at næmingurin kann gerast glaðari fyri at lesa bøkur.

Átakið er skipað í trý skeið, og tilfarið er týtt og tillagað úr donsku útgávuni Flydende læsning eftir Gertrud M. Brandt. Tað eru lærararnir, Pálin Olsen og Annika Høj, sum hava royndarkoyrt, týtt og tillagað tilfarið til føroyska fólkaskúlan. Á innleiðsludegnum við Løkin greiddu tær luttakarunum frá innihaldinum og amboðunum, ið verða nýtt á skeiðnum. Eitt nú verður dentur lagdur á týdningin av at lesa upp, og hvussu upplestur fremur lesiførleikan. At telja orð, at skipa lesing sum vinalesing, at hava foreldur við í tilgongdini osfr.

Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Lesivegleiðarafelagið, Nám og Føroyar lesa. Tað er av alstórum týdningi, at vit varpa ljós á týdningin av lesiførleikanum, tí lesiførleikin kann vera avgerandi fyri framtíðina hjá næmingunum. Lesiførleikin er avgerandi fyri, at næmingurin verður brynjaður til at fara á víðari miðnámsskúla og undir víðari lestur og harvið at skapa sær ta framtíð, hann droymir um.

Kom og les er fyri lærarar í 3.-4. flokki, og góðir 20 skúlar kring landið eru tilmeldaðir. Føroyar lesa fara at fylgja skeiðnum og eftirmeta átakið til komandi skúlaár.

Í sambandi við átakið er nýtt tilfar framleitt, sum verður latið luttakandi skúlum. Lena Nikolajsen hevur sniðgivið litrík bókamerki, faldara og plakatir, ið vónandi fara at gera sítt til at birta upp undir lesigleðina hjá føroyskum børnum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.