Tíðindi

716 børn í skúla fyri fyrstu ferð

Mikudagin í komandi viku fara 716 børn fyri fyrstu ferð í skúla - í fólkaskúla og frískúla

10.08.2017

Løgmannabreyt taka báðir ímóti 48 børnum; aðrir skúlar eru beint í hølunum á teimum. Í 14 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10; í tveimum skúlum bara ein næmingur.

670 børn fóru í 1. flokk síðsta ár. Talan er sostatt um eina hækking.  Talið á teimum, sum byrja í 1. flokki, hevur annars verið nøkulunda støðugt síðstu árini. Í fyrraári byrjaðu 685 børn í 1. flokki, og árið fyri 715 næmingar.

Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 6864 næmingar í fólkaskúlanum, samanborið við 6780 í fjør, umframt 162 í frískúlunum, samanborið við 141 í fjør; í fjør gingu 193 í forskúla, og í ár er talið 163.

Savnsmynd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.