Stabbamynd greinar

64% av lærarunum eru kvinnur og 36% eru menn

Myndin vísir lærarar í fólkaskúlanum í 2015, býttir sundur eftir aldri og kyni.

24. februar 2016

Kynsbýtið í fólkaskúlanum er nú so, at 64% av lærarunum eru kvinnur og 36% eru menn. Tølini aftan fyri myndina eru ársverk. Brúktu vit tølini fyri størv, sum eru eitt sindur fleiri enn ársverk, so broytist munurin enn meira; 66% kvinnur og 34% menn. Gongdin hevur verið støðug seinnu árini; í 2005 var býtið millum kvinnur og menn 53% og 47%, og í 2010 var býtið 61% og 39%.

Og gongdin fer at halda fram. Í øllum aldursbólkum, uttan 60 til 69 ár, er talið av kvinnum tvífalt so høgt sum talið av monnum. Í aldursbólkinum 60 til 69 ár eru 6 menn fleiri.

Upptøkurnar á Námsvísindadeildina (Læraraskúlan) seinnu árini benda tó á, at áhugin hjá monnum at gerast lærari er vaksandi. Men enn munar tað lítið, um tað er eitt javnari kynsbýti, vit ynskja millum lærarar í fólkaskúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.