Tíðindi


60 ungdómar royndu seg sum íverksetarar

Mánadagin var Skúlin á Fløtum karmur um eitt íverksetaratiltak, ið var fyriskipað av RYE – Rural Youth Entrepreneurship. Endamálið var at kunna næmingar um, hvat íverksetan er, hvussu hugskot kunnu mennast og hvussu tey kunnu gerast til veruleika.

30. apríl 2017

60 næmingar frá skúlanum luttóku. Teir vóru í bólkum og skuldu finna upp á hugskot og leggja tey fram. Talan var eisini um eina kapping, har besta hugskotið vann.

Ungfólk, íverksetan og útjaðari

Tað eru hesi trý hugtøkini, ið eru tvinnað saman í verkætlanini RYE. RYE-verkætlanin snýr seg um, at fáa ungfólk áhugað í íverksetan og at framleiða amboð, ið gera tað spennandi og áhugavert at royna seg sum íverksetari.

At búgva í útjaðaranum ella sita heima við hús og stovna eitt virkið er eingin forðing, við teimum amboðum, ið RYE-verkætlanin mennir. RYE er ein netborin íverksetaraportalur, har ungdómurin – á føroyskum máli – kann ogna sær allan kunnleika um íverksetan.

Luttakararnir kunnu spæla sær við hugskotum, seta virkisætlanir upp, og tey, sum vilja gera hugskotini til veruleika, kunnu brúka tilfarið til umsókn um fígging til teirra hugskot. Øll fáa hava ókeypis atgongd til tilfarið. 

Íverksetan á tímatalvuna

Íverksetan er seinnu árini komið á tímatalvuna í bæði fólka- og miðnámsskúlunum. Endamálið er at skapa gróðrarbotn fyri vøkstri og einum fjøltáttaðum vinnulívið í framtíðini, og útgangsstøðið er, at tað er umráðandi, at ung taka kunnleika um íverksetan til sín longu sum 15 og 16 ára gomul.

Lærarar í fólkaskúlanum eru drívmegin, og íverksetarahúsini í Klaksvík og Tórshavn eiga – saman við Vinnuframa – ein stóran leiklut í hesum arbeiði.

Gott hugflog og evnini at síggja nýggjar møguleikar, har onnur halda fast í gamlar vanar, er tilfarið ein íverksetari er gjørdur av.

– Uppfinnsemið hjá teimum umleið 60 ungu, ið tóku lut í verkstovuni í mánadagin, bar boð um, at hesir eginleikar eru millum føroyskan ungdóm. Tey vóru ágrýtin og skjót, og tað stóð ikki á at stovna virkir, gera slagorð og skapa nýggj hugtøk, sigur Olga Biskopstø frá Granskingardeplinum.


At skapa nýggjar vinnur

Í okkara grannalondum verður nógv gjørt burtur úr at skipa tiltøk, ið eggja til og økja um áhuga fyri at seta egið virkið á stovn. Í teimum londum, ið eru partar í RYE-verkætlanini, verður fitt av peningi brúk til endamálið. Í Grønlandi, er stórur áhugi fyri at skapa nýggjar vinnur, og serliga at skapa áhuga millum ungfólk. Finnland, er sera framkomið á økinum, og tað sama kann sigast um Írland.

Verkætlanin RYE-Rural Youth Entrepreneurship er fíggjað av NPA (Northern Periphery and Arctic Programme) og endar á várið 2018, og tá skal portalurin og netverkið vera væl gróðursett í luttakandi londunum, sum eru Írland, Finnland, Grønland, Føroyar og Ísland.

Granskingardepilin - Fróðskaparsetur Føroya er partur av RYE-verkætlanini. Fá meira at vita um RYE - Rural Youth Entrepreneurship.

Tað sjóðaði øgiligt á Skúlanum á Fløtum, tá ið teir 60 næmingarnir løgdu høvdini í blot at finna uppá góð hugskot

Bólkurin, ið vann kappingina um besta hugskotið: Alda Andriasdóttur Árnafjall, Súsanna Hansen, Bjørg Hermansen og Rannvá Hentze

Kelda: setur.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.