Tíðindi
23.08.2023
Starvið sum skúlastjóri í Hoyvíkar Skúla er lýst leyst til setanar frá 15. september ella so skjótt sum til ber.
Í Hoyvíkar skúla eru 349 næmingar í 1.-9. flokki. Harumframt hevur skúlin serflokk, serliga ætlaður næmingum innan autismuøkið. 16 næmingar eru innskrivaðir í serflokkin. Í skúlanum starvast umframt leiðsluna 35 lærarar, 3 námsfrøðingar, skrivari, húsavørðir og vaskifólk.
Hans Jón Thomsen, sum hevur røkt starvið í fleiri ár, er farin í annað starv, og síðsta árið hevur varaskúlastjórin, Jens á Skipagøtu, røkt starvið.
Um starvið sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið m.a. í starvslýsingini, at skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og dygd, at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning, at raðfesta námsfrøðiliga arbeiðið og virka fyri trivnaði og góðum samstarvi bæði við atliti at næmingum og starvsfólkum og at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd. Harumframt skal hann fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini og umsita rakstrar- og fíggjarviðurskifti skúlans. Fyrimunir hava teir umsøkjarar, sum hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving í leiðslu.