Tíðindi

5. flokkur í Kollafjarðar Skúla Ársins Vitanarfróðu 2020

Í morgun varð kunngjørt, at 5. flokkur í Kollafjarðar skúla fekk heiðurin sum ársins Vitanarfróðu 2020. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvussu ber tað til, at trøllaeiturkoppurin (pholcus phalangioides) er komin í Kollafjarðar skúla, og nær umleið er hann komin?”

11. mai 2020

Handanin fór fram í Kollafjarðar skúla. Hetta var fyrsti skúladagur hjá 5. flokki, aftaná at skúlin hevur verið stongdur orsakað av korona farsóttini. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin. KVF var við og gjørdi eitt innslag, sum verður sent í einari barnasending fríggjadagin.

Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevði lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.

Annika Sølvará segði soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:

- Vit hildu, at tit høvdu valt eitt ordiliga gott evni. Tað er passaligt í vavi, tað tekur støði í einum lokalum veruleika og tað ber ikki til at at googla seg til svarið.

- Arbeiðið sá út til at vera samanhangandi og royndirnar vóru væl funnar uppá. Frágreiðingin var væl skipað, greitt uppsett, væl stavað og m.a. við latínskum heiti í skákskrift, so helst hevur lærarin hjálpt eitt sindur til. Hinvegin eru nógvar royndir gjørdar og tað sæst á myndunum, at tey eru væl við.

- Vit heftu okkum við fleiri góðar eygleiðingar, m.a. um hví hesir eiturkoppar ikki eru at finna í Svimjihøllini, og royndirnar at vita, hvussu skjótt eiturkoppurin rennur. Tað var eisini gott sæð, at tit ikki kundu siga við vissu, um tað passar at teir kunnu liva í 6 mánaðir, tí tey hava ikki havt teir so leingi.

- Vit hildu eisini, at ætlanin um miðling var millum tær allarbest í hesum umfarinum.

Síðani handaði hon flokkinum heiðursskjal. Vinnandi flokkurin fær umframt heiðurin 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag.   

Frágreiðingin kann lesast https://www.gransking.fo/media/3465/5-fl-í-kollafjarðar-skúla.pdf

Allir luttakandi bólkar fingið luttøkuváttan 

Tað komu 12 frágreiðingar inn til kappingina frá 6 skúlum. Hetta er fjølbroyttasta luttøkan higartil. Vit hava frætt, at onkrir flokkar afturat hava arbeitt við hesum arbeiðsháttinum, uttan at senda tilfar til kappingina. Tað er eisini fínt.

Luttakandi bólkarnir vóru frá Eysturskúlanum, Skúlanum á Argjahamri, Sands skúla. Viðareiðis skúla, Skúlanum við Streymin og Kollafjarðar skúla.

Hvør bólkur, sum luttøk, fekk skreytblað við luttøkuváttan. Hetta hava tey í ár fingið sendandi við telduposti. Allar frágreiðingarnar kunnu síggjast her https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/arsins-vitanarfrodu/arsins-vitanarfrodu-2020/fragreidingar-2020/

Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróðu

Hetta er triðju ferð at Nám og Granskingarráðið hava skipað fyri kappingini Ársins Vitanarfróðu, sum er kapping fyri skúlaflokkar. Kappingin er skipað við íblástri og loyvi frá norsku kappingini Årets Nysgjerrigper, sum hevur verið skipað í fleiri ár. Endamálið er at fáa skúlanæmingar at royna seg við einum arbeiðshátti, sum líkist honum hjá vaksnum granskarum.

Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróðu, sum skúlanæmingar hava brúkt, er í seks stigum:

Hetta undrist eg á
Hví er tað so
Legg eina ætlan
Savna upplýsingar
Hetta eri eg komin fram til
Sig øðrum frá

Hesa arbeiðsgongdina skuldu næmingarnir skjalprógva í eini frágreiðing, sum skuldi latast Granskingarráðnum í februar 2020.

Eitt nýtt umfar av kappingini er júst útskrivað. Sí tíðindini her: https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/eykaumfar-av-kappingini-vitanarfrodu-i-koronutidini/

Á myndini eru næmingarnir í 5. flokki, Anna Rúna Jacobsen, lærari, Karina Toftegaard frá Námi og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum.

Mynd: Árni Øregaard/NÁM


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.