Tíðindi

42 skúlastjórar á skúlabonki

Við skúlaársbyrjan í ár fóru 42 lærarar á skúlabonk; hetta eru skúlastjórar, varaskúlastjórar og lærarar, ið hava í umbúna at bjóða seg fram sum skúlastjórar. Útbúgvingin, lærararnir taka, er samskipað ískoytisútbúgving og diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

02.01.2018

Mentamálaráðið hevur sett Súsannu Olsen, námslektara á Fróðskaparsetrinum, at samskipa útbúgvingina. Harumframt er Jóhannes Miðskarð, námslektari og ph.d.- adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, knýttur at útbúgvingini.

- Nógv teirra, ið taka hesa útbúgvingina, eru skúlastjórar, sum hava útbúgving eftir gomlu skipanini. Av tí at hesi ikki hava bachelorútbúgving, hava vit samantvinnað útbúgvingina í námsfrøði soleiðis, at hon bæði er ein ískoytisútbúgving og ein diplomútbúgving. Fyrstu 30 ECTS-stigini verða brúkt til at koma upp á eina bachelorútbúgving; tey næstu 30 ECTS-stigini er útbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu, sigur Súsanna Olsen.

Endamálið við útbúgvingini er at gera tey, ið leiða og skulu leiða fólkaskúlan, betur skúlað í námsfrøðiligari leiðslu.

- Yvirskipað snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at leiða læring; í roynd og veru skal skúlastjórin fáa læraran at vera tann besta útgávan av sær sjálvum, tá ið talan er um fak-fakligan førleika, sosialan førleika og gott samstarv við foreldrini; harumframt er týdningarmikið at dagføra sína vitan, tá ið talan er um læring, undirvísing og útbúgving sum heild. Skúlin skal sampakka við skipanina, sum liggur uttan fyri skúlan, tað merkir, at fyri at kunna laga teg til tann uttara kompleksitetin, mást tú stimbra tann innara kompleksitetin, og tað er tað, ið námsfrøðilig leiðsla ger á leiðarastigi. Kompleksiteturin, sum barnið skal út í, skal helst finnast inni í skúlanum, soleiðis at barnið verður latið í at fara út, tað, sum vit í gomlum døgum nevndu dannilsi, bæði fakliga og sosialt.

Tá ið freistin at søkja um upptøku á útbúgvingini var úti, vóru væl fleiri umsøkjarar, enn pláss var fyri; roynt hevur verið at tikið lesandi inn úr øllum Føroyum, so alt landið er umboðað.

Útbúgvingin telur 60 ECTS-stig; undirvísingin er umleið eitt vikuskifti um mánaðin, hon byrjaði í august í ár og endar á sumri í 2019; síðan er hálvt ár sett av til at skriva serritgerð; serritgerðin svarar til eina bachelorritgerð.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2017, sum kom fyrst í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.