Tíðindi

4 leiðslustørv í fólkaskúlanum leys

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv á Fossánesi, Velbastað, Hósvík umframt Kirkju- og Hattarvík

28.04.2020

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir í dag við 4 leysum størvum; fyrstilærarastarvið á Fossánesi, á Velbastað og í Hósvík, sum er tíðaravmarkað, og sum útoyggjalærari í Kirkju-Hattarvíkar skúla, sum somuleiðis er tíðaravmarkað starv.

Tíðaravmarkaða starv sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla skúlaárið 2020-21 verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2020. Í Hósvíkar skúla eru 8 næmingar í 1. - 3. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Ein lærari umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Starvið sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2020. Í Velbastaðar skúla eru 37 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Fýra lærarar umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Starvið sum fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi verður somuleiðis lýst leyst til setanar frá 1. august 2020. Í Skúlanum á Fossánesi eru 30 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Tríggir lærarar og tveir stuðlar í tíðaravmarkaðum starvi umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Í Kirkju/Hattavíkar skúla verða 2 næmingar, ein næmingur í 6. flokki og ein í 8. flokki. Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærari og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Í øllum 4 førum er umsóknarfreistin 15. mai

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.