Tíðindi

4. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt bitin av Lindgren

- Vit í læraratoyminum um 4. flokk eru øll meiri og minni kreativ og dámar væl at arbeiða kreativt við næmingum, so tað hevur avgjørt verið ein fyrimunur í eini verkætlan sum hesari, siga Rachel Eysturtún og Annika í Garði, lærarar

04.06.2018

Í vár hava næmingarnir í 4. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík arbeitt í føroyskum, donskum og myndlist við bókum eftir kenda svenska høvundin, Astrid Lindgren. Verkætlanin hevur verið skipað soleiðis, at næmingarnir hava lisið bøkur eftir Astrid Lindgren sjálvir og fingið lisið upp fyri. Síðan hevur verið arbeitt við tekstunum á ymsan hátt, bókliga og handaliga.

Rachel Eysturtún og Annika í Garði, sum eru tveir av fýra lærarum í toyminum um fjórða flokk, lata væl at huginum hjá næmingunum at lesa Lindgren; hjá summum næmingum hevur onkur av bókunum verið eitt sindur tung at komið í gongd við, men tá ið glíð er komið á, hava næmingarnir ikki fingið afturhald, og teir vildu sleppa at lesa meiri. Málsliga hevur onkur bók verið ein avbjóðing, tí týðingin er gomul, men tað hevur ikki bilað stórvegis, halda tær. Sum heild hava næmingarnir verið rættiliga bitnir av at lesa bøkurnar.

- Serliga bøkurnar um Emil og Lottu eru so sera væl týddar, so sjálvt næmingar við avbjóðingum hava megnað tær. Hetta hevur verið ein "succésuppliving" hjá teimum. Vit eru ovfarin av, hvussu nógv tey hava lisið, og hvussu skjótt tey eru komin ígjøgnum bøkurnar; onkur av søgunum hevur verið í so barnslig til 4. flokk, men sum heild hava tær fangað tey flestu. Tað er eingin ivi um, at nógvir av næmingunum eru betri lesarar nú samanborið við áðrenn vit fóru undir verkætlanina, sigur Annika í Garði.

Bøkurnar, sum hava verið brúktar í verkætlanini, eru Emil í Lønniberg, Lotta í Brakarastræti, Dikka á Junifløtti, Børnini í Dundurdali, Brøðurnir Leyvuhjarta, Ronja Ránsmansdóttir, Bókin um Pippi, Mio, mín Mio, Suser min lind, synger min nattergal og Karlsson på taget. Rachel Eysturtún er ikki í iva um, at tað er Brøðurnir Leyvuhjarta, sum hevur hugtikið tey flestu.

- Bøkurnar hjá Astrid Lindgren eru sera væl egnaðar til eina verkætlan sum hesa, tí tekstirnir sum heild eru ikki truplir at lesa; tey hava skilt innihaldið; at so nógvir filmir eru av hennara bókum ger tað uppaftur betur egnað. Tað, sum vit hava tosað nógv um, er, at Astrid Lindgren hugsaði sum eitt barn og skrivaði til barnið í sær sjálvari, men tað, sum gongur aftur í øllum, hon hevur skrivað, er, at tú skalt ikki finna teg í øllum, at tú eigur at siga frá og at verja tey veiku. Ikki minst hetta at brúka hugflogið, sum Lindgren og persónarnir í bókunum hennara duga so væl. Í heiminum hjá Lindgren sleppa børn at vera børn uttan eftirlit av teimum vaksnu, og tað hugtekur børn nú á døgum. Tað hevur hugtikið og stuttleikað okkum lærarar nógv, at børnini hava verið so fangað av bókini og filminum Børnini í Dundurdali, tí har hendir í grundini næstan einki. Næmingarnir hava verið púra burtur í hesi bókini.

Stór samrøða er við Rachel Eysturtún og Anniku í Garði í Skúlablaðnum, sum kemur út í august.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.