Tíðindi

4 bjóða seg fram til nevndina

Freistin at bjóða seg fram til nevndina í Føroya Lærarafelag 6. apríl var úti leygardagin

18.03.2019

Formansval og nevndarval eru á skránni, tá ið lærarar koma saman á aðalfundi í felagnum 6. apríl klokkan 10. Herálvur Jacobsen, sum hevur verið formaður í nevndini seinastu 8 árini, stillar ikki uppaftur. Eittans valevni er til formanssessin, tað er Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið næstformaður.

Nevndarlimirnir, sum standa fyri vali hesa ferð, eru Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted; tey eru lærarar ávikavist í Eysturskúlanum í Havn og Skúlatrøð í Klaksvík. Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted bjóða seg fram aftur, og umframt bjóða

Jákup av Skarði, fyrstilærari í skúlanum í Nolsoy, og Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla, seg eisini fram.

Fundarskrá verður sambært viðtøkum felagsins.

Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum hesa ferð.

Mynd: Birgir Kruse

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.