Tíðindi

37 tíma arbeiðsvika - betri trivnaður og familjulív

Tað er ein sera góð íløga fyri føroyska samfelagi at stytta arbeiðsvikuna.

01-10-2021

Við 37 tíma arbeiðsviku fáa vit størri trivnað á arbeiðsmarknaðinum og meira tíð saman við familjuni. Við styttri arbeiðsviku verður føroyski arbeiðsmarknaðurin eisini betri kappingarførur í mun til at fáa arbeiðsmegi. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í stóru kanningini, “37 Tíma arbeiðsvika, fyrimunir og kostnaður”, ið Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, leggja fram í Smæruni týsdagin 5. oktober kl. 14:00.

Ein styttri arbeiðsvika gagnar allari familjuni. Styttri arbeiðstíð merkir minni tíðartrýst, betri umstøður til húsarhaldið, og meira yvirskot at hjálpa og stuðla hvør øðrum. Royndir úr Íslandi og aðrastaðni vísa, at um arbeiðsdagurin er styttri, eru børnini meira saman við foreldrunum og sínum nærmastu. Jaliga ávirkanin sást aftur í gerandisdegnum á dagstovnum og skúlum, tí børnini høvdu ein minni strongdan gerandisdag.

Arbeiðstíðin spælir alsamt størri leiklut, tá fólk velja sær arbeiði, og tí hevur arbeiðsvikan ávirkan, tá tað snýr seg um kappingina um arbeiðsmegi. Í Danmark hava flestu starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum eina 37 tíma arbeiðsviku, íroknað matarsteðg, og hetta kann ávirka, hvar fólk við familju velja at arbeiða.

Í einum framtíðar arbeiðsmarknaði hevur ein styttri arbeiðsvika gagnliga ávirkan. Kanningar staðfesta aftur og aftur, at styttri arbeiðsvika hevur við sær minni sjúkrafráveru, minni kropsliga pínu og minni sálarligt trýst, og tí eru fólk betri fyri. Hetta minkar eisini um trýstið á vælferðartænasturnar.

Tey, ið varða av kanningini eru:

Fakfelagssamstarvið (Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið), Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.