Tíðindi

22 næmingar verið í Lopfjølini

Eftirmeting av verkætlanini Lopfjølini vísir, at tørvur er á slíkum skúlatilboðum. Tað hava verið 22 næmingar í Lopfjølini, har 89 % hava megnað at fingið eitt fólkaskúlaprógv

13. juni 2019

Í farnu viku var upprit handað Mentamálaráðnum, har gjørt var upp, hvussu verkætlanin Lopfjølin hevur roynst, og hvat skal til fyri at gera tilboðið enn betri. Skúlatilboðið Lopfjølin í Tórshavnar Kommunu er staðsett í virkishúsinum fyri børn og ung, Margarinfabrikkini, og hevur virkað í útvið 6 ár. Hetta er eitt styttri ella longri skúlatilboð fyri næmingar í skúlunum í Tórshavnar Kommunu, ið hava skúlaaftran. Tað vil siga, at tey av persónligum, sosialum ella sálarfrøðingum orsøkum ikki megna at ganga í skúla, hóast tey í mongum førum vilja. Tilboðið hevur í dag umstøður, orku og yrkisføri at kunna taka ímóti uml. 8 næmingum. Hesi 6 árini hava 22 næmingar brúkt tilboðið meira og minni. Endamálið er at arbeiða fyri, at næmingarnir kunna nema sær 9. floks prógv og eisini at kunna megna at koma aftur í upprunaflokkin.

Sum tað kemur fram í uppritinum, har bæði næmingar og foreldur koma til orðanna, hevur Lopfjølin havt týðandi týdning fyri tey ungu, ið hava tikið av tilboðnum. Tey flestu eru í framhaldsdeildini, tá tey søkja um at koma inn á Lopfjølina. Tað hevur verið nógv umrøtt viðvíkjandi aldrinum, at tá tey koma so seint inn á Lopfjølina, tá verða líkindini fyri at koma aftur í upprunaskúlan tess minni. Í yvirlitinum her er miðalaldurin 14,2 ár.

Kynsbýtið vísir, at tað hava verið 13 gentur og 9 dreingir, ið hava tikið av tilboðnim. Tað svarar til í prosentum gentur 59 % og dreingir 41 %. Um hetta er ein ikki tilvildarlig helling er ilt at siga, tí vit hava ikki so nógv tøl at gera metingar út frá. 12 av 14 eru komin á mál viðvíkjandi at fáa 9. floks prógv, meðan 8 framvegis eru í skúlaaldri. Fyri summi er próvskjalið ikki fullfíggjað, t.v.s. at tey møguliga mangla onkra lærugrein.

Bert tvey eru komin á mál viðvíkjandi einum av innanhýsis lutmálunum, nevniliga hetta at megna at koma aftur í upprunaflokkin í heimaskúlanum. Hetta svarar til 9 %. Hetta er eitt lágt prosenttal – og er ein sterk ábending um, at hesi børn og hesi ungu hava stórar avbjóðingar av ymiskum slagi. 3 dreingir og 5 gentur eru framvegis í skúlaaldri – og telja tí ikki við millum tey, ið fara víðari eftir lokna tíð í Lopfjølini. Her er ein drongur og 3 gentur, ið ikki fyribils eru farin víðari við nøkrum. Men 5 dreingir og 5 gentur eru farin víðari við útbúgving ella arbeiði.

Í dag eru tveir lærarar settir – við virksemisætlan í Skúlanum á Fløtum. Annar við 22 tímum – og restin av hansara tímum upp til fult starv – eru í Margarinfabrikkini í frítíðarpartinum. Hin er settur

18 tímar í Lopfjølini – og restin í SáF. Hetta ger, at arbeiðið í dag er nógv støðugari – og samstarvið í starvsfólkabólkinum neyvari.

Í niðurstøðuni í uppritinum verður sagt, at virknaðurin í Lopfjølini seinastu 6 árini hevur víst, at tørvur er á slíkum skúlatilboðum. Tað hava verið 22 næmingar í Lopfjølini, har 89 % hava megnað at fingið eitt fólkaskúlaprógv, men endamálið við, at næmingarnir skulu arbeiða fram ímóti at fara aftur í upprunaskúlan hevur verið ein størri avbjóðing, tá tað bert eru 9 % av næmingunum, sum megna at fara aftur. Samstarv og samskifti millum fólkaskúlan og Lopfjølina er vantandi.

Samanumtikið kann staðfestast, at virksemið í Lopfjølini hevur gjøgnumgangandi eina positiva ávirkan á næmingarnar persónliga, sosialt og fakliga og hevur virkað sum ein lopfjøl, har næmingurin er mentur so mikið, at bæði hann sjálvur, starvsfólkini í Lopfjølini og foreldrini hava góðar vánir fyri einari gongdari leið við víðari útbúgving og/ella arbeiði eftir lokna gongd í Lopfjølini. Tað grundleggjandi í tilgongdini hjá lærarum og námsfrøðingum í Lopfjølini hevur í nógvum førum givið næmingunum sjálvsálit og dirvi til skúlan og lívið.

Savnsmynd: Rannvá Egholm

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.