Tíðindi

19 ukrainskir næmingar í fólkaskúlanum

Fimtan teirra eru í Havn, hinir á Tvøroyri og í Sandoynni

15.03.2023

Talið á ukrainskum flóttafólkum, sum eru komin til Føroya, er nú komið upp á 135. Av teimum 135 eru 19 teirra børn í fólkaskúlaaldri; 11 ganga í Eysturskúlanum í Havn, tvey í Skúlanum á Fløtum, tvey í Skúlanum við Løgmannabreyt, trý í Tvøroyar skúla og eitt í Sandoyar Meginskúla. 

Í Havn er undirvísingin skipað soleiðis, at næmingar í 1. til 5. flokk eru í móttøkuflokki í Eysturskúlanum. Næmingar í 6. til 9. flokk eru í móttøkuflokki í Tórshavnar kvøldskúla í 8 til 10 vikur, har teir fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál tveir tímar um dagin. Restina av skúladegnum eru tey í vanligum flokki í onkrum av skúlunum í kommununi.

Millum tey 6.200 børnini og ungu úr Ukraina í aldrinum 6-16 ár, sum eru komin til Danmarkar síðsta árið, eru umleið 5.300 skrivað inn í danska fólkaskúlan; tað svarar til 85 prosent. 87 prosent ganga í vanligum fólkaskúla, og tvey prosent í frí- ella privatskúla. Onnur tvey prosent eru innskrivað í sertilboð fyri børn og ung, vísa tøl frá danska barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Tað var serliga fyrstu mánaðirnar eftir innrásina, at tilflytingin vaks skjótt, frá 3.400 í mai til 6.500 í august. Síðan er vøksturin steðgaður.

Kelda: uvs.fo og uvm.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni