Tíðindi


1600 børn svarað kanning av lesivanunum

Komandi vár fáa vit at vita, hvussu ofta børn í 4., 6. og 9. flokki lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli tey lesa, á hvørjum miðli tey lesa og so framvegis.

28. desember 2017

Hvussu eru lesivanarnir hjá okkara børnum? Tað vita vit ikki, tí lesivanarnir eru ikki kannaðir í nógv ár. Men í vár koma nýggj tøl á borðið; tá verður úrslitið av stóru lesikanningini, sum var gjørd í november, tøkt. Næmingar í 4., 6. og 9. flokki eru spurdir 27 spurningar um lesivanar; farið verður eitt sindur aftur um lesivanarnar, og spurt verður eisini, um tað hevur verið lisið fyri teimum, tá tey vóru lítil, um hvussu nógvar bøkur tey eiga, um hvussu tey klára seg í skúlanum, hvat tey gera í frítíðini, hvussu nógv tey brúka talgildar miðlar, um hvussu ofta tey læna bøkur, hvat teimum dámar at lesa og so framvegis. 75 prosent av børnunum í teimum trimum árgangunum hava svarað, og tað verður mett at vera stór umboðan.

Tey, ið standa fyri kanningini, er ein verkætlanarbólkur við Marjun Ziskason, ritstjóra á Námi, Turið Kjølbro, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Lydiu Didriksen, námslektara á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og Sissal M. Rasmussen, ph.d.-lesandi. Fyritøkan Lóður gera kanningina. Mentamálaráðið er hevur fíggjað kanningina saman við Føroya Lærarafelags, Starvsmannafelagnum, Føroya Landsbókasavni, Býarbókasavninum í Havn og Bókasavninum við Løkin.

Orsøkin til kanningina er, at skúlafólk í áravís hava varskógvað, at málførleikin hjá børnum og ungum í skúlaskipanini er viknandi. Vit vita, at málførleiki er altavgerandi fyri, hvussu tað einstaka barnið klárar seg víðari í lívinum og hevur sostatt alstóran týdning fyri samfelagið alt. Vit vita eisini, at tað ber til at bøta um málførleikan ígjøgnum lesing, og tí er tað týdningarmikið at fáa ítøkiliga vitan um lesivanar til vega. Slíkar kanningar eru vanligar aðrastaðni. Vit hoyra nógvar pástandir í tí almenna rúminum um lesivanar hjá børnum og ungum, men vit mangla eina skipaða kanning, sum í tølum kann vísa okkum, hvussu støðan er.

Líknandi kanning var almannakunngjørd í Danmark í heyst; hon staðfestir, at børn lesa minni nú enn tey gjørdu fyri fáum árum síðan. Børn brúka í dag meiri tíð til ymsar talgildar miðlar enn til at lesa. Gentur lesa framvegis meiri enn dreingir, (samanborið við eldri kanningar í Danmark), men størsta minkingin er júst í lesingini hjá gentum. Umframt vísir kanningina, at tá ið børn og ung leita sær vitan, fara tey á netið at leita, samanborið við fyrr, tá tey fóru í bøkurnar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.