Tíðindi
17.05.2022
Hetta skúlaárið – 2021/2022 – eru 100 lærarar settir í tíðaravmarkað starv í fólkaskúlanum. Hesir somu lærararnir ynskja allir at fáa fast starv komandi skúlaár og tí mugu teir – eins og nógvir teirra hava gjørt fleiri ferðir fyrr – søkja starv av nýggjum, mangan sama starv, sum teir longu røkja. Harumframt koma 31 nýútbúnir lærarar av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í summar, og vanliga søkja flestu teirra starv alt fyri eitt; afturat teimum koma vanliga nøkur, sum eru útbúgvin á læraraskúla í Danmark. Hesir gott 130 lærararnir skulu øll kappast um 30 føst lærarastørv, ið eru lýst leys at søkja til komandi skúlaár.
Taka vit øll størvini, føst og í bara eitt skúlaár, ið eru lýst leys, so eru tað samanlagt 111 størv at kappast um hjá nærum lærarum.
Tað eru alt ov nógvir lærarar, ið bara eru settir í starv í eitt ár, heldur Føroya Lærarafelag, og støðan við tíðaravmarkaðum størvum er líka trupul komandi skúlaár, sum hon var undanfarna ár. Skúlaárið 2021/22 vóru tað 89 tíðaravmarkað størv í eitt skúlaár lýst leys, komandi skúlaár eru tey 81 í tali.
- Hetta er ein lítil bati í mun til fjør, men tað eru framvegis alt ov nógv tíðaravmarkað størv. Vit mugu broyta skipanina, so at vit kunnu koma burtur frá at seta dugnaligar lærarar í ta óvirðiligu støðu, at søkja sítt egna starv ár eftir ár.
Sundurgreinað síggja tølini soleiðis út fyri komandi skúlaár, 2022/23:
Tíðaravmarkað størv – til samans: 84
(tíðaravmarkað í 1 skúlaár: 53, tíðaravmarkið í 1 ár við lægri setanarbroti: 27, styttri setanartíð enn 1 ár: 1)
Føst størv at seta: 30
Lærarastørv – til samans: 114
Harumframt 2 varaskúlastørv, hesi eru føst størv.
Árið frammanundan – skúlaárið 2021/22 sóu tølini soleiðis út:
Tíðaravmarkað – til samans: 89
(tíðaravmarkað í 1 skúlaár: 58, tíðaravmarkað í 1 skúlaár við lægri setanarbroti: 28)
Føst størv at seta: 23
Lærarastørv til saman: 112