Tíðindi

1300 næmingar fara til landsroynd

Nú verða landsroyndirnar, sum vórðu útsettar orsakað av koronasmittuni.

12-09-2022

Vanliga eru tað næmingar í 4. og 6. flokki, sum fara til landsroynd. Landsroynd er í skúlunum kring landið hesa vikuna, men tað eru næmingar í 5. og 7. flokki, ið fara til roynd. Hetta er landsroynd, sum varð útsett orsakað av koronusmittu.

Vit hava vent okkum til Próvstovuna og spurt, um talan er um vanliga landsroynd, ella um broytingar eru gjørdar.

Eyðun Gaard, stjóri á próvstovuni sigur, at royndirnar fara fram, sum vant.

Nú verða landsroyndir - hetta eru royndir, sum vórðu útsettar orsakað av korona. Merkir hetta royndirnar ella torkeikastigið?

- Nei, royndirnar eru tær somu, sum vóru klárar at nýta í mai mánaði. Orsøkin til at flyta landsroyndirnar var júst, at harvið fingu lærarar og næmingar stundir og møguleika at nýta meira tíð til at gjøgnumføra kravdu undirvísingina, sum er grundarlag undir royndunum, sigur Eyðun Gaard.

Er ætlanin at hava landsroyndir framyvir á sama hátt, og vanligt hevur verið?

- Ja, ætlanin er at hava landsroyndirnar á sama hátt, og arbeitt verður allatíðina við at menna uppgávurnar. Yvirskipað er tað upp til landsstýrismannin at gera møguligar broytingar í sambandi við landsroyndirnar, tí tær eru ásettar í lóg. Uppgávan hjá Próvstovuni er at fyrisita tað, lógin sigur. Upplýsast kann, at landsstýrismaðurin hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða fólkaskúlalógina, júst hvat úrslit hesin arbeiðsbólkur kemur til, og hvat politisk semja fæst um, er ov tíðliga at siga enn. Men tann spurningurin má setast til Uttanríkis- og mentamálaráð, sigur stjórin á Próvstovuni.

Korona hevði við sær, at próvtøkur vórðu avlýstar ella gjørdar lættari við t. d. at hava færri fak, tí ein sannroynd var, at næmingar í ávísan mun høvdu mist. Kjak varð um, at kanska var tíðin komin at umhugsa broytingar í próvtøkum og royndum. Er tað kjakið fánað?

- Kjakið koyrir í bylgjum og er ofta uppi tey tíðarskeið, próvtøkur ella landsroyndir eru. Eins og sagt frammanundan útinnir Próvstovan royndir og próvtøkur eftir ásettum kunngerðum og reglum, og tí hoyrir hesin spurningurin heima hjá Uttanríkis og mentamálaráðnum. Nám og Próvstovan fara sjálvandi at ráðgeva landsstýrismanninum á besta hátt, um ítøkiligar ætlanir eru um at broyta regluverkið, og landsstýrismaðurin biður um okkum ráðgeving, sigur Eyðun Gaard.

Hvussu nógvir næmingar í fólkaskúlanum fara til útsettu landsroyndina, sum verður nú?

- Umleið 620 næmingar í 5. flokki, og umleið 690 næmingar í 7. flokki, upplýsir Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni.

Tekstur: Dagfinn Olsen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.