Tíðindi

12 filmar komu inn

Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru 12 filmar komnir inn í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi at lýsa heimsmálinum hjá ST.

12-11-2022

Tað eru skúlar og næmingar úr hádeild og miðnámi, sum kunnu luttaka í kappingini, har vinningurin er 30.000 krónur. Ein faklig dómsnevnd, sum er sett av Námi, metir um innkomnu filmarnar, sum í mesta lagi í sjey minuttir hava sett sær fyri at lýsa eitt ella fleiri av teim seytjan heimsmálunum, sum øll árini hava verið karmurin um kappingina. Vinnarin verður kunngjørdur og vístur saman við øðrum filmum í kappingini í Havnar Bio týsdagin hin 6. desembur klokkan 19.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.