Tíðindi
23.01.2023
Í mai 2022 fóru tey í Eysturskúlanum undir móttøkuflokk ætlaður ukrainskum næmingum. Byrjað var við trimum næmingum, talið er vaksið so við og við, og nú eru teir 11. Allir ukrainsku næmingarnir, sum eru komnir í Tórshavnar kommunu, eru savnaðir í Eysturskúlanum.
- Tann eini ukrainski næmingurin byrjaði í 1. flokki í august, samstundis sum allir hinir næmingarnir, og mett varð, at tað var ikki neyðugt, at hann eisini gekk í móttøkuflokki. Tann næmingurin er komin sera skjótt á lagið at skilja og tosa føroyskt, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri.
Skipanin er, at næmingarnir eru í móttøkuflokki eina tíð, áðrenn teir fara út í vanligar flokkar. Hvussu leingi teir eru í móttøkuflokkinum, veldst um, hvussu skjótt teir læra so frægt føroyskt, at teir kunnu fylgja við vanligu undirvísingini. Byrjað verður við ítrótti og handverki og list, tá ið tey fara í flokkarnar. Hvør einstakur næmingur hevur sína egnu tímatalvu, sum partvís er í móttøkuflokki og partvís í vanligum flokki.
- Vit royndu at hava næmingarnar í móttøkuflokki og vanligum flokki í senn, men tað riggaði ikki, tí næmingarnir skilja heldur ikki enskt, og tí var tað øgiliga tvørligt at samskifta við teir. Hetta kravdi, at hvør næmingur hevði onkran stuðul aftrat sær alla tíðina. Haraftrat gingu ukrainsku næmingarnir at byrja við í skúla á netinum, har teir fylgdu við undirvísingini í skúlanum heima í Ukraina, men vit mettu, at hetta var ikki so gott fyri teir, tí tað kom fyri, at undirvísingin varð brotin av, tí lærarin mátti flýggja orsakað av lúðrum. Børnini gjørdust sostatt partur av krígnum, hóast tey vóru í Føroyum. Nú er skipanin soleiðis, at tey eru í skúla hjá okkum frá tíðliga á morgni til middags. Summir teirra fáa undirvísing heima enn, men orsakað av tíðarmuninum er tað kl. 05.00 á morgni.
Ukrainsku næmingarnir eru frá 8 til 14 ár. Teir hava tríggjar lærarar. Ein tekur sær burturav av føroyskum 10-12 tímar um vikuna, ein hevur næmingarnar fýra tímar í enskum, og so hava teir ein ukrainskan lærara, sum hevur teir í støddfrøði o.ø. Viðkomandi hjálpir næmingum í øðrum lærugreinum eisini, um tørvur er á tí.
- Ukrainski lærarin kom til Føroya í heyst, dugir hampiliga væl enskt, og so hon lærir seg føroyskt. Hon tekur sær nógv av at samskifta við næmingarnar um ymiskt og er millumlið millum næmingarnar og lærararnar og til heimini.
Um fleiri ukrainskir næmingar koma í móttøkuflokkin, ber ikki til at siga í løtuni; kunngerðin sigur, at móttøkuflokkur skal í mesta lagi hava 12 næmingar. Fýra næmingar eru komnir aftrat í kommununa, men sum skilst arbeiðir Tórshavnar kommuna við at seta ein annan móttøkuflokk á stovn fyri ukrainskar næmingar í øðrum skúla. Ætlanin er tá at skipa næmingarnar sundur í móttøkuflokk eftir aldri. Tá verður móttøkuflokkurin í Eysturskúlanum fyri næmingar í 1.-5. flokk og hin skúlin fyri teir eldru frá 6.- 9. flokk. Verandi næmingar, sum eru eldri enn fimti flokkur í Eysturskúlanum, verða kortini ikki fluttir.
- Ein avbjóðing hjá okkum er, at nógvir árgangir eru fullir, og tí er avmarkað, hvussu nógvar næmingar vit kunnu taka ímóti.
Hóast Eysturskúlin hevur og tekur ímóti næmingum, sum koma nógva staðni frá, er ikki ætlanin at hava annan móttøkuflokk beint nú. Fimm næmingar í Eysturskúlanum ganga í móttøkuflokkinum í Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla.
- Okkara royndir av at hava næmingar í móttøkuflokkinum í Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla eru sera góðar; teir samskifta longu á føroyskum, og í summar skulu teir fyrstu til próvtøku. Tað gevur heldur ikki meining, at fleiri skúlar hava móttøkuflokk. Næmingarnir og skúlarnir fáa mest burturúr, um teir verða savnaðir í einum skúla ella fáum skúlum.
Mynd: Birgir Kruse