Tíðindi


10-15 børn megna ikki skúlalívið

Tað eru næmingar, ið geva skarvin yvir og fara úr skúlanum í úrtíð. Kring allar Føroyar er talan um eini 10-15 børn í aldrinum 12-16 ár. Onkur teirra er eldri, og talan er bæði um gentur og dreingir; genturnar halda ofta longri út í skúlanum enn dreingirnir; tær eru stillar, meðan dreingirnir møguliga hava eina útfarandi atferð.

27. mars 2018

Ein nýggj donsk kanning vísir, at 60 prosent av børnum við autismu ikki trívast í vanligum skúla. Nógv teirra velja at fara úr skúlanum.

- Hesi børnini, ið eru givin í skúlanum, hava gingið í vanligum skúla; tey eru sera strongd og hava roynt at hildið út í langa tíð, til tey so ikki orka meiri. Tað kunnu vera so nógvar og so ymiskar orsakir til tað. Hjá summum er tað, tí at tey ikki megna tað sosiala; hjá summum er tað tað fakliga, ið verður ov stór avbjóðing. Yvirhøvur klára tey ikki vanliga skúlalívið. Tey klára illa at arbeiða í bólki, ella tá evnisvikur eru, tí tá er einki givið frammanundan. Tey skulu eisini umstilla seg til eitt nýtt fak; kanska sigur lærarin, at tey skulu ikki hava føroyskt í dag, hóast tað stendur í tímatalvuni, men rokna í staðin; slíkar broytingar hava børn við autismu tað sera trupult við; summi fara púrasta í baklás. Fær barnið hinvegin dagin fyri at vita, at skráin verður broytt, so er eingin trupulleiki. Vit hoyra, at tað er serliga í 8. og 9. flokki, at hetta verður trupult hjá nógvum, eisini tað, at skúladagurin er so langur. Vit hava hoyrt, at summir næmingar fáa tilboðið at taka nakrar lærugreinir í senn, tað er nakrar lærugreinir eitt árið, síðan aðrar árið eftir, siga Anna Sofía Egilstrøð og Anja Djurhuus, autismuráðgevar í almannaverkinum.

Summi teirra, sum eru farin úr skúlanum og leggjast heima, fáa bara nakrar fáar tímar heimaundirvísing, summi fáa ongar tímar. Og summi børn verða heima í fleiri ár.

- Tað er ein samfelagsuppgáva at lofta teimum børnunum, sum so ella so ikki megna skúlan, men tíverri megnar samfelagið hetta ikki; hesi børnini eru í grundini slept upp á fjall. Dømi eru um familjur, sum eru farnar av landinum, tí børnini fáa onga hjálp. Líka leingi sum hesi børnini hava avbyrgt seg heima, líka langa tíð tekur tað teimum at gerast partur av einum skúla aftur. Tí er tað so sera umráðandi alt fyri eitt at hjálpa børnunum, sum leggjast heima, longu tá ið barnið byrjar at taka seg aftur úr skúlanum.

Les alla samrøðuna við autismuráðgevarnar í Skúlablaðnum, sum kom í februar.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.