Tíðindi

Útiskúli gevur møguleika fyri øðrvísi bókligari læring

- Tað er ein fortreyt, at tú kennir næmingarnar væl, áðrenn tú fert at skipa útiskúla við teimum, sigur Jón Kragesteen, lærari

2. august 2019

Í Skúlablað nr. 3 er samrøða við Jón Kragesteen, lærara, sum hevur drúgvar royndir við at hava útiskúla. Í samrøðuni greiðir hann frá, hvørjir ágóðar eru at hava útiskúla. Mest eyðsýndi vinningurin er sambært honum kropsliga avbjóðingin, sum næmingarnir fara ígjøgnum. Hvørja ferð skuldu teir ganga ein tein á umleið 2-3 km, men stundum vóru túrarnir heilt upp í 6 kilometrar. Ofta verður gingið í haga ella graslendi, har ongar gøtur eru, ella í fjøruni, har neyðugt er at leypa, gleiva, klintra og so framvegis. Hetta eru alt avbjóðingar, sum geva kropsligan vinning, tí næmingarnir fáa venjing í at ganga úti í náttúruni og fara at orka betur. Meðan teir ganga, fáa teir náttúruupplivingar og sosialar upplivingar saman við sínum floksfeløgum.

Dømi um, hvørjir bókligir vinningar kunnu koma burturúr at hava útiskúla, eru millum annað:

At læra staðarnøvn og gøtunøvn
At syngja, kvøða og práta um innihaldið í kvæðunum
Lesa og kanna skelti, t.d. gøtuskelti og lýsingarskelti
Lurta eftir søguupplestri
Kanna, lesa og skriva um fuglar, djór og vøkstur, sum tey hava sæð
Møguleiki at hava evnisarbeiði um t.d. vatn; vitja vatnbyrgingar, reinsiverk, áir

Ein annar stórur vinningur við útiskúlanum er allar tær sosialu upplivingarnar, sum næmingarnir í felag fara ígjøgnum. Næmingarnir koma at kennast á ein annan hátt, enn bara inni í flokshølinum, og tey fara at síggja ymsar síður av hvørjum øðrum.

Í Havn riggar avbera væl at hava útiskúla. Ókeypis bussleiðin hjá kommununi gevur eisini sera nógvar møguleikar fyri góðum, læruríkum túrum í útjaðaranum av Havnini, hagar bussur verður tikin, og síðan verður farið til gongu.

Inni í býnum eru eisini fleiri náttúruøki fram við stóru áunum, Sandá, Havnará, Rættará og Hoydalsá. Jón leggur afturat, at tað somuleiðis ber til at verða verandi í miðbýnum og vitja viðarlundir, standmyndir, bygningar, minnisvarðar, býráðshús, tinghús, gamlar býarpartar, ella at fara til Nólsoyar, Kirkjubøar, Kollafjarðar ella Velbastaðar.

Fyri hann var tað týdningarmikið at læra børnini, at tey saktans kundu vera úti í øllum veðri, um tey bara vóru hóskandi ílatin. Tað var gott fyri børnini at sleppa at merkja kulda, hita, hegling, at vera vát og so framvegis. Næmingarnir lærdu skjótt, at tað var týdningarmikið at hava røttu útgerðina, tí annars var útiskúlin ikki ein góð uppliving.

Útiskúli hóskar sambært Jóni best til yngru flokkarnar. Bæði tí, at tey yngru eru meira forvitin og tíma betur, men eisini tí, at nærum ongin tíð verður sett av til slíkt virksemi í hádeild.

- Undirvísingin, sum tey eldru fáa, er fyri tað mesta rótfest í teimum fakligu málunum í námsætlanini, sum ofta eru bóklig. Tí er ikki nógv tíð til tað, sum næmingarnir ikki skulu til próvtøku í.

Spurdur, um hann sjálvur kundi hugsað sær at havt útiskúla, svarar Jón, at tað vildi hann fegin, um hann framvegis undirvísti.

- Tað er ein fortreyt, at tú kennir næmingarnar væl, áðrenn tú fert at skipa útiskúla við teimum. Tú mást av trygdarávum vita, hvussu nógv tey tola, hvussu tey uppføra seg og so framvegis, tí annars kann man koma í nakrar óhepnar støður.

Jón leggur afturat, at tað eiga at vera í mesta lagi 15 næmingar í útiskúlaflokkinum, tí tað kann vera trupult at hava yvirlit, um næmingarnir eru fleiri.

Jón gjørdi eina roynd at fáa útiskúlavirksemi inn í skúlan, har hann í løtuni er partur av leiðsluni. Hann søkti Mentamálaráðið um loyvi at royna eina útiskúlaverkætlan, men hann fekk noktandi svar, og tí er verkætlanin uppsteðgað fyribils. Hetta er hann argur um, men hann vónar tó at fáa møguleika aftur at arbeiða við útiskúla.

Jón hevði viljað, at fleiri lærarar vóru meira opnir fyri at royna útiskúla, og hann hevði sum partur av skúlaleiðslu verið sera jaligur, um onkur lærari hevði havt hug at roynt útiskúla. Hann ger sítt til at spjaða boðskapin um fyrimunirnar við at hava útiskúla; hann hevur millum annað hildið fleiri fyrilestrar fyri lærarum og læraralesandi.

Í Føroyum eru enn ikki nógv, sum arbeiða við útiskúla, men tað tykist sum, at tilvitanin um týdningin at fara út í náttúruna er vaksandi. Nakrir skúlar í Eysturoynni og nakrir í miðstaðarøkinum hava útiskúla sum ein fastan part av tímatalvuni, og tað er sambært Jóni at gleðast um.

- Sum lærari hevur tú námsháttarfrælsi, so tú kanst skipa undirvísingina júst, sum tú vilt, bara hon er við til at røkka teimum ásettu málunum.

Og tað heldur Jón, at útiskúlin ger í ríkiligan mun og meira afturat; bæði kropsliga, sosialt og bókliga.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2019, sum kom í juni

Mynd: Jón Kragesteen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.