Tíðindi


Útbúgva seg til arbeiðsloysi

Útsøgnin hjá ALS-stjóranum samsvarar eisini betur við tølini, sum Lærarafelagið situr inni við.

10. august 2018

Ferð eftir ferð hevur Lærarafelagið ført fram, at vit útbúgva ov nógvar lærarar í mun til tørvin. Og at hetta er óskynsamt, tí orkan í staðin kundi verið brúkt til eftir- og ískoytisútbúgvingar. Uppáhaldið hava vit m.a. bygt á kanningar millum nýútbúnar lærarar um, hvussu tað gongst at fáa starv. Allar ábendingar eru um, at tað er trupult at fáa starv og nærum ógjørligt at fáa fast starv í bræði. Vit vita eisini, at talið av umsóknum til størv í fólkaskúlunum kring landið er vaksið munandi og, serliga í miðstaðarøkinum, langt út um talið av leysum størvum. Tíðin, tá ið læraraútbúgving merkti tað sama sum lærarastarv, er langt síðan farin.

Í búskaparfrágreiðingini á vári 2016 eru tættir í búskapinum, sum ikki áður hava verið lýstir. Ein av hesum er nýggj vitan um føroyska arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðin. T.d. eru tøl fyri útbúgvingarval og útbúgvingarstøðu føroyinga millum 18 og 67 ár í 2014. Og hetta er sjálvandi av áhuga.

Um fólkaskúlalærarar verður sagt, at 876 hava fólkaskúlalæraraútbúgving, og at 242 eru undir útbúgving. Av hesum eru 299 lærarar 57 ár +, og hesi fara sostatt úr starvi komandi 10 árini. Tá ið tey, sum eru undir útbúgving, skulu avloysa tey, sum fara úr starvi, so sigur ein støddfrøðiliga lýtaleys útrokning, at vit fara at mangla ein fjórðings lærara fyri hvønn lærara, sum fer frá við eftirløn. Lærarafelagið gjørdi beinanvegin vart við, at hóast støddfrøðin var í lagi, so samsvaraði hetta ikki við okkara eygleiðingar og tøl, og at her vóru nógv atlit, sum ikki vóru tikin. Men tá ið Búskaparráðið hevði talað, so var ringt at koma afturumaftur. Og so varð søgan gloymd.

Tó, á ársfundinum hjá ALS fyrst í juni í ár vísti Magni á Deild Olsen, stjóri, á, at tað ikki er samsvar millum tað, sum føroyingar útbúgva seg til, og tað, sum arbeiðsmarknaðinum tørvar. Hann tók fólkaskúlalærarar sum dømi og segði seg vera fullvísan í, at vit útbúgva lærarar til arbeiðsloysi. Og tað eru nýggir tónar. Ein av høvuðsuppgávunum hjá ALS er júst at fylgja við, hvussu arbeiðsmarknaðurin háttar sær, og tí er lítið at ivast í, at teirra metingar eru væl betur grundaðar enn skotið hjá Búskaparráðnum á sinni.

Og útsøgnin hjá ALS-stjóranum samsvarar eisini betur við tølini, sum Lærarafelagið situr inni við. Tí meðan Búskaparráðið segði, at 30 lærarar fara frá um árið, so vísa útrokningar hjá Lærarafelagnum, at talið liggur um 17. Enn eru um 100 tænastumenn í fólkaskúlanum, og teimum stendur í boði at fara frá við eftirløn, tá ið teir eru millum 60 og 67 ár. Hesum møguleika taka nógvir lærarar av, og tað hevur við sær, at tá ið 30 lærarar fylla 67, so er hugsandi, at helvtin longu farin frá við eftirløn. So har verða ikki so nógv størv leys. Hinvegin hava sáttmálasettir lærarar ikki møguleika at fara úr starvi, fyrr enn teir fylla 67. Tann bólkurin flytur seg nú uppeftir, og miðalaldurin á lærarunum hækkar. Og tað ger tað ikki rúmsáttari hjá nýútbúnum lærarum.

Tað er hvørki ynskiligt ella skilagott, at neyv stýring er ímillum útboðið av útbúgvingum og tørvin á arbeiðsmegi, hugurin eigur at dríva verkið. Men tað er heldur ikki skilagott at lata [KP1] ungdóm halda at størv hanga á trøunum, serliga ikki, tá ið tað ikki passar. Fyri fólkaskúlan kundi orkan verið brúkt betur enn at útbúgva lærarar í óvissu.       

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formann í Føroya Lærarafelag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.