Tíðindi


Íløgur í lærarar og leiðslur løna seg

Tað kostar at útbúgva starvsfólk til tann góða skúlan, og Mentamálaráðið eigur at raðfesta hesa játtanina.

4. mai 2018

Eg hugdi at Degi og viku fríggjakvøldið 9. mars. Í innslagnum, “Skúlin er eftirbátur”, viðgjørdi tíðindafólkið nýggju frágreiðingina hjá Fólkaheilsuráðnum, “Lívið í Føroyum er framúr”. Frágreiðingin metir umstøðurnar hjá føroyingum at vera góðar, samanborið við okkara grannalond. Eitt frávik er tó, og tað er í partinum um útbúgving. Her er metingin væl lægri enn hjá grannalondum okkara. Greiningin av lága metinum í útbúgving hjá føroyingum tekur støði í fólkaskúlanum. Eg eri ikki heilt samdur í greiningini, men eg meti, at tíðindafólkið leitar á røttu leið, tí týdningurin, fólkaskúlin hevur fyri fakligu menningina hjá einstaka næminginum, er avgerandi.

Ein góður fólkaskúli krevur góð og væl útbúgvin starvsfólk. Lærarar og leiðslur skulu hava serligar førleikar at møta øllum avbjóðingunum, ið skúladagurin bjóðar. Tað er ein stór uppgáva áhaldandi at seta seg inn ymiskar støður, meta um tær, taka avgerð og seta í verk. Tí er tað alt avgerandi, at starvsfólk í skúlanum eru brynjað at møta ymiskum støðum og velja ta skilabestu loysnina. Um lærarar og leiðslur hava hollar verkligar royndir og eru væl útbúgvin innan sítt øki, eru vit betur brynjað at meta um støðurnar, og sannlíkari er, at avgerðirnar, vit taka, eru tær skynsamastu.

Leiðslur og lærarar í fólkaskúlanum hava sama útgangsstøði frá einum læraraskúla. Vit líktust, tá ið vit byrjaðu í okkara arbeiði sum lærarar, men ymiskar umstøður og starvsroyndir gera okkum til ymsar praktiskar serfrøðingar. Fleiri lærarar hava hollar royndir sum undirvísarar í eini lærugrein, aðrir í floksleiðslu, onkur í KT, nøkur í skúlaleiðslu og so framvegis. Hetta er alt servitan, ið byggir á arbeiðsroyndir og áhuga, og hesar eru avgerandi fyri góðskuna í fólkaskúlanum. Men vit eiga at leggja oman á hesar verkligu royndirnar hjá lærarum og leiðslum við eftirútbúgving.

Altjóða verður nógv granskað í undirvísing og læring. Vit vita nógv meira um hesi evni nú enn fyri bara 10 árum síðani. Í samsvari við nýggju vitanina koma fleiri spurningar, og nýggj krøv verða sett skúlanum. Um fólkaskúlin skal møta øllum hesum nýggja, so mugu vit útbúgvast til tað, hollar starvsroyndir røkka illa nýggju krøvunum, ið m.a. byggja á altjóða gransking. Her eigur Mentamálaráðið sum arbeiðsgevari hjá lærarum og leiðslum í fólkaskúlanum at ganga undan og slóða fyri, so at fleiri lærarar fáa útbúgvið seg betur innan sítt øki. Tí stórar forðingar eru fyri framhaldslestri, serliga tíðin til útbúgving, og flestu eftirútbúgvingarnar eru uttanlands.

Mentamálaráðið hevur skipað fyri lestri innan ymisk øki ella sergreinar í skúlanum, so sum lestri fyri serlærarar, lesivegleiðarar o.o. Hetta eru góð átøk, hesir lærarar hava stóra vitan hvør á sínum øki, og tey gera veruliga mun í skúlanum. Eg sakni, at eisini royndir lærarar fáa betri møguleika at lesa á universitetsstøði um undirvísing í síni lærugrein. Á tann hátt kundi lærarin bygt á verkligu royndirnar og við lesnaðinum lagt ástøði aftur at sínum undirvísingarførleika. T.d. kann ein lærari í donskum lesa eitt modul á UCC í Keypmannahavn í “Børne- og ungdomslitteratur” ella ein lærari í lívfrøði lesa undirvísingarlæru í lívfrøði. Eg eri vísur í, at tílíkur lesnaðurin hevði styrkt okkum sum undirvísarar, og lestrartíðin hevði gjørt okkum meira eldhugað.

Føroyar eiga at hava ein góðan fólkaskúla, men ein góður fólkaskúli krevur greiða ætlan og væl útbúgvin starvsfólk. Tað kostar at útbúgva starvsfólk til tann góða skúlan, og Mentamálaráðið eigur at raðfesta hesa játtanina. Ein íløga í útbúgving av lærarum og leiðslum lønar seg, og hon fer at síggjast aftur í einum betri fólkaskúla fyri allar næmingar.

Sjónarmið eftir Jacob Eli S. Olsen, lærara og næstformann í Føroya Lærarafelag

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.