Tíðindi

Í Skúlanum á Fløtum eru næmingar úti í heimi

Í flokkunum, har fjarlestraundirvísing er, er púra natúrligt, at næmingar eru við á einum skíggja aftast í skúlastovuni, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri

18.08.2021

Tá ið Skúlin á Fløtum var á tekniborðinum, var lagt soleiðis til rættis, at ein stova í hvørjum árgangi frá fimta kann vera fjarlestrarstova. Í hesum stovum ber til at hava tríggjar fjarlestrarnæmingar. Tað kunnu tí vera tríggir næmingar í hvørjum árgangi frá fimta flokki og uppeftir. Í løtuni eru fleiri næmingar, hvørs foreldur arbeiða uttanlands; tað kann vera trúboðarar, sendistovufólk ella onnur. Hesi børnini flyta vanliga aftur til Føroya, eftir at fólkaskúlin er liðugur. Hava tey ikki føroyskt fólkaskúlaprógv, kann vera ógvuliga ringt hjá teimum at megna undirvísingina á miðnámi.

- Nógv foreldur, sum arbeiða uttanlands, hava ikki lagt upp fyri, hvussu tvørligt tað kann vera hjá børnunum at koma víðari í skúlaskipanini í Føroyum við ongum føroyskum fólkaskúlaprógvi. Tí er mangan neyðugt, at børnini mugu taka ymisk skeið ella annað, ið ger tey betur før fyri at koma víðari í skúlaskipanini í Føroyum. Tá ið vit fingu fyrispurning um at geva hesum børnum undirvísing, settu vit okkum fyri at fáa tað at bera til. Tað passar væl til okkara virðisgrundarlag, tí hetta eru føroysk børn, og tey eiga at verða integrerað í føroyska skúlafelagsskapin. Vit eiga at kunna lofta teimum, og vit hava kt-útgerð, sum ger, at tað ber til.

Fjarlestrarundirvísingin fyri útisetabørnini er partur av eini royndarverkætlan, sum byrjaði við einari familju við trimum børnum. Skúlastjórin sigur, at fyrsta tíðin var merkt av ymsum avbjóðingum.

- Tað var eitt stig fram og tvey aftur, men tá ið ein tíð var fráliðin, var tað øvut, og nú gongur tað sera væl. Í flokkunum, har fjarlestrarundirvísing er, er púra natúrligt, at næmingar eru við á einum skíggja aftast í skúlastovuni; mikrofon er tendrað í rúminum, og hátalari er frá. Tá ið bólkaarbeiði er, verður teldilin tikin fram, og næmingurin úti í heimi er við. Hesin næmingurin er partur av flokkinum og verður hugsaður inn í flokkin í øllum tí, sum verður gjørt.

Alt letur seg tó ikki gera, vísir Regin Marnersson á, tí næmingurin úti í heimi má fylgja skúlatíðini í Føroyum. Tí eru summir av hesum næmingum í skúla um kvøldið.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.