Tíðindi
03.10.2022
Støddin á flokkunum verður endurskoðað í sambandi við, at fólkaskúlalógin verður dagførd og tillagað. Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, hevur sagt, at hann heldur, at støddin á flokkunum eigur at minka. Formaður Føroya Lærarafelags fegnast um ætlanina, men hann heldur, at meinar landsstýrismaðurin tað, hann sigur, er einki at bíða við, tí alt talar fyri, at tað er best fyri allar partar at minka talið á næmingum í hvørjum skúlaflokki.
- Tað er ongantíð ov seint at gera tað, heldur ikki um tað skuldi verið beint nú, hóast skúlaárið er byrjað. Hann hevur heimild at siga, at eingin flokkur eigur at vera størri enn 24 næmingar. Lógin sigur, at vanliga eigur flokkur ikki at fara upp 24 næmingar. Veruleikin er tó, at tað er vanligt at fara uppum. Sostatt bróta vit lógina, tá vanliga skipanin er at seta fleiri enn 24 næmingar í ein flokk.
Farna skúlaár vóru ikki færri enn 72 skúlaflokkar kring landið, sum høvdu 24 næmingar og fleiri. Hetta skúlaárið vísa fyribilstøl, at tað í 23 flokkum eru 24 næmingar, í 14 flokkum eru 25 næmingar og í 8 flokkum eru 26 næmingar. Summir av hesum flokkunum eru 8. flokkar, tað vil siga nýggir flokkar, sum akkurát eru samansettir við næmingum, ið koma úr ymiskum skúlum. Nakrir av flokkunum við fleiri enn 24 næmingum eru eisini 1. flokkar.
- Dømi eru um flokk, sum í ár er 3. flokkur, ið øll árini hevur verið størri enn 24 næmingar. Stutt sagt hava vit fult av flokkum kring landið, sum hava fleiri næmingar enn lógin ásetur. Hvønn dag sita 24, 25 og 26 næmingar í skúlastovum, mangan trongum skúlastovum. Hvørki næmingar ella lærarar kunnu trívast í slíkum umstøðum. Hevði landsstýrismaðurin bara sagt, at eingin flokkur skal upp um 24, so høvdu vit givið so øgiliga nógvum børnum og lærarum nógv betri umstøður.
Sum skilst er ynski at gera eina broyting í fólkaskúlalógini, sum tekur talið 24 burtur og setir talið 20 inn í staðin. Henda broytingin skal ígjøgnum løgtingið, og tað tekur tíð.
- Lærarar og skúlafólk yvirhøvur eru sannførd um, at tað eigur ikki at bera til at byrja í 1. flokki í einum flokki, sum er 24 næmingar ella størri, ei heldur at halda fram í 2. flokki við somu stødd. Í koronatíðini høvdu vit umleið 10 næmingar í hvørjum bólki, og tað var stórur munur á, at allir næmingarnir fingu meira burturúr tá; serliga næmingarnir við serligum avbjóðingum trivust betur í flokkinum, tá næmingatalið var 10.
Fyrst í hesum árinum setti landsstýrismaðurin við skúlamálum ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um dagføringar og møguligar broytingar í fólkaskúlalógini. Í sambandi við ætlaðu broytingarnar hevur landsstýrismaðurin eisini sett ein politiskan fylgibólk, sum arbeiðsbólkurin, ið viðger broytingarnar, kann ráðføra seg við. Politiski fylgibólkurin umboðar allar flokkar á tingi. Í fyrstu syftu viðger arbeiðsbólkurin tíma- og lærugreinabýtið, floksstødd, handaverk og list, undirvísingartímatalið um vikuna og býtið millum hugvísindaligu lærugreinarnar, náttúruvísindaligu lærugreinarnar, handaverk og list og ítrótt.