Tíðindi

Í øðrum londum ger man akkurát øvut sum í Føroyum

Viðmerking til at styrkja týskt og onnur fak. Jóhannes Miðskarð, skúlalærari, cand. ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði, Ph.D í organisering av tvørprofessionellum samstarvi og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu

02.08.2019

Sum útbúgvingargranskari og fólkaskúlalærari havi eg nakrar viðmerkingar til nýggju avgerðina hjá landsstýriskvinnuni, Hannu Jensen, viðvíkjandi týskum. Eg havi gjørt kringvarpinum vart við, at eg fegin vildi koma við eini viðmerking, men har var ikki pláss fyri mær. Tí skrivi eg nú hetta lesarabræv, og nýti portalarnar sum miðil. Takk fyri upptøku!

Átakið hjá Hannu Jensen um at styrkja týskt á málsligu breyt og búskaparbreyt, og at enskt verður lækkað á øðrum breytum, fer eisini at ávirka fólkaskúlan, har eg granski og hartil útbúgvi eg lærarar og skúlaleiðarar til fólkaskúlan – tí loyvi eg mær at hava eina meining um hetta.

Viðvíkjandi nýggju áherðsluni á týskt, trúgvi eg, at vit koma skjótt at síggja eina støðu, sum var galdandi til fyri nøkrum heilt fáum árum síðan. Tá kom skúlastjórin inn til næmingar og foreldur í 6. flokki og fortaldi, at næmingar nú sjálv kunnu velja ymisk fak til 7. – 9. Flokk. Næmingarnir gjørdust spentir. Men so segði skúlastjórin: “Ja, ja tit kunnu velja, hvat tit vilja – men um tit skulu halda allar møguleikar opnar til víðari lesnað, so mugu tit velja týskt!”

Nú mugu tit ikki misskilja meg. Tað er í lagi at styrkja týskt. Men tað skuldi heldur verið ein gularót enn ein pískur man svingaði eftir næmingum.

Eg haldi harafturat, at vit mugu lyfta dygdina á øllum føroyska fólkaskúlanum og ikki bara í týskum, tí tað er ikki í lagi, at vit latent liggja undir miðal og hartil liggja vit niðan fyri Norðurlond í PISA.

Tað eru nógv øki, ið skulu styrkjast: málsligu fakini, náttúruvísindafakini, tað kreativa, tað praktiska og danskt.

Í øðrum londum ger man akkurát øvut sum í Føroyum. Meðan bara áherðsla seinastu árini hevur verið at styrkt føroyskt og týskt í Føroyum, so hava hini vesturlondini heldur styrkt náttúruvísindafakini. Í Danmark hava tey enntá gjørt “science” til eitt kravt øki í dagstovnum – ikki skilt sum at læra t.d. støddfrøði og alisfrøði – men heldur at læra at undrast og at gera stuttlig eksperiment. Tað er innan náttúruvísindi, at vit skulu styrkjast, um vit skulu standa okkum í framtíðar globalu kappingini í vinnulívinum!

So er tað tað kreativa. Her er skorið inn á bein seinastu árini. Eg haldi tó ikki, at vit skulu styrkja tað kreativa við at fara at játta einstakar tímar til einstøk fak, men heldur áttu vit at gjørt nøkur tvørfaklig projekt til gleði og gagns fyri næmingarnar.

Skúlin er seinastu árini vorðin alt meira akademiskur. Í hesum sambandi hava vit eins og onnur lond trupulleikar við at dreingirnir detta burtur ímillum. Tað er enn so siðbundið, at gentum dámar best málfakini, meðan dreingum dámar betur náttúruvísindafakini. Og her fer nýggja áherðslan á týkst at seta dreingirnar enn meira út á eitt síðuspor. Harafturat hava vit ein stóran flokk av dreingjum, ið ikki hava so stórar bókligar førleikar, men sum duga væl at brúka hendurnar. Eg hevði viljað, at vit mentu nøkur valfak til hesar dreingirnar í staðin fyri bara at styrkja týskt, og gjørdu kravdar praktiskar verkætlanir, sum allir næmingar kundu fingið ágóðan av, og sum høvdu styrkt um hugin hjá næmingunum til fólkaskúlan.   

So er tað danskt – og tað er ikki tí, at pápi mín er sambandsmaður, at eg sigi fylgjandi 😊 Eg havi tosað við tríggjar lærarar á Glasi. Teir siga, at teir kunnu ikki geva næmingunum ein danskan tekst, sum er longri enn tvær síður, tí so duga næmingarnir ikki at lesa tekstin. Lærararnir mugu tí finna tekstirnar á enskum, sum ikki finnast á føroyskum. So dugi eg at rokna út at, um trý til fýra ár fáa vit ein stóran trupulleika, tá vit skulu útbúgva nýggjar lærarar, námsfrøðingar, skúlaleiðarar, dagstovnaleiðarar og serstovnaleiðarar. Tí á Námsvísindadeildini (har eg arbeiði) lesa vit umleið 90 % av tekstunum á donskum og norskum. Eg havi sjálvur onki ímóti, at okkara lesandi fara at duga enskt betur – eg samstarvi sjálvur nógv við enskar og amerikanskar granskarar. Men trupulleikin er, at enksmæltu tekstirnir um skúla, dagstovn og serstovn líkjast als ikki okkara norðurlendska vælferðarmodelli. Og júst tað norðurlendska modellið er nakað, sum eg staðiliga vil mótmæla, at vit tveita burtur.

Eg vóni, at henda grein kann vera við at seta dagstovnar og skúlar á breddan í valstríðnum, tí tað er ikki gott fyri okkara framtíð sum tjóð, at vit liggja so aftarlaga í PISA og í okkara fyrireiking til framtíðar arbeiðsmarknaðin. 

 

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.