Tíðindi

Ætlanin at broyta fortreytirnar fyri 10. flokki slept

Eitt úrslit av ætlanini at broyta fortreytirnar at skipa 10. flokk er, at arbeiðsbólkur verður settur at endurskoða 10. flokk

11. mars 2019

Broytingin, sum ætlanin var at gera í skipan av 10. flokki, er slept, tí avleiðingarnar av henni eru mettar at verða ov umfatandi. Ætlaða uppskotið var, at 10. flokkarnir verða landafrøðiliga skipaðir í 7 skúlasamstørv við í minsta lagi 15 næmingum, áðrenn 10. floks skúlasamstarv verður skipað. Kring landið eru 10. floks samstørv skipað, summi teirra hava bara nøkur ár á baki, onnur hava nógv ár á baki. Fleiri teirra hava víst á, at var kravið um minstamark fyri næmingatali sett í gildi, fór tað at taka grundarlagið undir samstørvum, sum eru skipað.

- Uppskotið legði upp til nøkur samstørv, sum hóskaðu væl saman landafrøðiliga. Hugt var at verandi samstørvum og samstørvum, sum hava verið. Afturmeldingarnar upp á uppskotið lótu tó ongan iva vera um, at økini eru ikki áhugað at kvetta tey samstørvini, sum eru skipað, fyri at fara undir nøkur nýggj; fleiri hava skipað eitt áhugavert tilboð, sum tey vilja halda fram við. Nógvar 10. floks eindir stríðast við at fáa tað at bera til. Øll viðurkenna, at tað eru avbjóðingar við 10. floks skipanini, soleiðis sum hon er, eisini Skúlaleiðarafelagið ásannar tað, men uppskotið, sum vit høvdu, hevði ikki í nóg stóran mun loyst upp fyri teimum avbjóðingum. Tað var skúlapoliskt, ei heldur politiskt nóg búgvið at kunna verða framt í verki, og tí er tað tikið aftur, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum.

Landsstýriskvinnan vísir á, at avbjóðingarnar við 10. floks skipanini, soleiðis sum hon er háttað, eru ymiskar, alt eftir hvar tú ert í landinum.

- Tann størsta 10. floks eindin hevur tær avbjóðingar, at hóast hon hevur eitt stórt næmingatal, so fær hon ov lítla fíggjarorku pr næming. Tað kann virka órættvíst, tá ið aðrar 10. floks eindir við fáum næmingum fáa nógva fíggjarorku pr næming. Trupulleikin er bara, at missir tann lítla eindin tímar, so dettur tilboðið niðurfyri, og ikki bara tað, tí tað ávirkar eisini niðureftir í skipanini, eitt nú samansetingina av lærarum á staðnum, tí læraraorkan, sum verður mist, verður eisini tikin frá yngri flokkum.

Hóast upprunaætlanin er slept, verður ætlanin at broyta 10. flokk ikki slept, tí partar av henni eru áhugaverdir, og tørvur er á at hyggja nærri at, hvussu 10. flokkur verður skipaður, og hvat endamálið við honum er, vísir landsstýriskvinnan á.

- Ymiskt í uppskotinum er spennandi, eitt nú mátin at játta tímar. Ein hugsan er, at fyri at skipa eina 10. floks eind, fær eindin tímar til eitt grundtal av næmingum, og so leggjast tímar afturat alt eftir, hvussu nógvir næmingarnir eru. Tað hevði tryggjað eitt javnari tilboð. Fleiri halda henda tankan vera áhugaverdan. 

Kjakið um, hvat vit vilja við 10. flokki, hevur vart í nógv ár, og einki bendir á, at tað er liðugt. Summi halda, at 10. flokkur eigur at verða tikin av, og at vit heldur eiga at skipa eftirskúlar, meðan onnur halda, at hann eigur at verða styrktur til teirra, sum hava tørv á at bøta um førleikar sínar, áðrenn tey fara víðari í útbúgvingarskipanini. Tað er, sum um vit vilja alt og einki við 10. flokki, heldur landsstýriskvinnan.

- Vit síggja, at 10. floks eindirnar, sum eru stovnaðar síðstu árini, leggja seg upp at eftirskúlatilboðunum, sum eru uttanlands, við spennandi breytartilboðum. Í Svøríki síggja vit, at tey fara at endurstovna 10. flokk, tí tey hava viðurkent, at summi ikki megna miðnám nóg væl. Nú vit fara at endurskoða 10. flokk í Føroyum, mugu vit hyggja at, hvørjar royndir onnur hava gjørt sær.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.