Tíðindi


Ávegisskriving mennandi

Tað er so ymiskt, hvat eggjar næmingunum í tilgongdini at læra; tó er eitt, ið er grundleggjandi, og tað er, at tað, sum skal skrivast, gevur meining fyri næmingin og ikki gerst ov rúgvismikið, sigur Guðna Berg Mikkelsen, lærari.

20. november 2017

Ávegisskriving er ein tilgongd, lærarin kann brúka í undirvísingini, vísir Guðna Berg Mikkelsen á í bachelorritgerð síni um motiverandi tekstframleiðslu. Í fjør gjørdist hon liðug sum lærari í Námsvísindadeildini.

- Ávegisskriving er, at ein tekstur verður skrivaður í stigum. Næmingurin hugsavnar seg um eitt stig í senn. Tilgongdin í ávegisskrivingini verður býtt í fimm partar. Fyrst at finna hugskot og leggja tekstin til rættis, síðan gera kladdu, eftir tað at gera broytingar í tekstinum í tilsvari við floksfelagarnar og læraran og at enda at tillaga og rættlesa tekstin, áðrenn hann verður handaður læraranum. Fyrimunir við at arbeiða við ávegisskriving á henda hátt kunnu vera, at næmingarnir einans hugsa um eina avbjóðing í senn, og at rættskrivingin kemur at enda, at næmingarnir fáa frálæru í at skriva, ímeðan teir skriva, tí lærarin og floksfelagar geva tilsvar so við og við í tilgongdini og ikki einans aftaná, sum vanligt er.

Eitt, ið kann gerast avgerandi fyri, at motivatión verður skapt í tilgongdini í ávegisskrivingini, er, at næmingurin verður varugur við, at tekstirnir verða vístir fram á einhvønn hátt. At tekstframleiðslan gerst til eitt endaligt úrslit, vísir Guðna Berg Mikkelsen á. Til dømis smáar bøkur, veggjabløð, PP-framløgur, tekstir til foreldrafundir og annað. Tekstirnir ella skrivligu avrikini eru tá partur av veruligum samskiftisstøðum og fáa sostatt eisini eitt virði uttan fyri flokshølið. Tað setir eisini krøv til næmingarnar um, at tekstframleiðslan ella avrikið er skrivað væl, rætt, snøgt og lýkur tey formligu krøvini til millum annað uppsetingina. Hetta skal sostatt síggjast sum motivatiónin í arbeiðsgongdini, har flestallir næmingar vilja gera sítt besta.

- At næmingarnir skulu vísa skrivligu avrikini fram, skal tí síggjast sum ein tann mest motiverandi liðurin, ið kann verða brúktur í einum frálæruhøpi. Tí tað er mangan soleiðis, at tá ið eitt avrik skal handast, fara næmingarnir niður í hvønn smálut, soleiðis at avrikið verður so gott sum gjørligt.

Les alla greinina í Skúlablaðnum, Fólkaskúlin eigur at leggja líka stóran dent á at læra næmingin at skriva sum at lesa, har Guðna greiðir nærri frá evninum.

Mynd: Ólavur Frederiksen.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.