Tíðindi

Átøk skulu forða fyri, at ung við sálarligum avbjóðingum detta niðurímillum í miðnámi

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, ið skal orða ætlan fyri, hvussu ung við sálarligum avbjóðingum kunnu fáa eitt miðnámsskúlatilboð, sum er tillagað til tørvin.

9. apríl 2021

Sálarheilsa og sálarligur trivnaður hevur avgerandi ávirkan á um ung fólk megna at fullføra eina miðnámsskúlaútbúgving. Gransking hevur víst, at sálarligar avbjóðingar eru ein avgerandi orsøk til, at ung gevast við miðnámsútbúgvingini og sostatt eru í øktum vanda fyri at standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin og fáa varandi sálarligar trupulleikar.

Møguleikin at nema sær útbúgving er ein rættur sum allir borgara eiga, eisini um tú hevur sálarligar avbjóðingar.
Jens av Rana, landsstýrismaður

Í 2013-14 varð farið undir eina tilgongd at tryggja øllum ungum í landinum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar. Serligt skipað miðnám varð stovnsett, sum fevnir um serflokk og serbreytir. Tað eru tó framvegis ung í Føroyum, sum ikki fáa miðnámsskúlatilboð, og tað eru somuleiðis eisini ung, sum gevast á miðnámsskúlunum orsaka av sálarligum avbjóðingum.

”Útbúgving er ein týdningarmikil førningur fyri at kunna virka í samfelagnum. Møguleikin at nema sær útbúgving er ein rættur sum allir borgara eiga, eisini um tú hevur sálarligar avbjóðingar,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. ”Tí er tað okkara skylda at seta í verk átøk og fyriskipanir, sum kunnu forða fyri at ung við sálarligum avbjóðingum detta niðurímillum í útbúgvingarskipanini.”

Arbeiðsbólkurin skal at koma við ítøkiligum boðum uppá átøk, sum kunnu bøta um sannlíkindi fyri, at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, sum lúka treytirnar fyri upptøku á miðnám, megna at fullføra miðnám.

Í fyrstu siftu verður dentur lagdur á miðnám, og ætlanin er at víðka arbeiðið við átøkum í øðrum pørtum av útbúgvingarskipanini.

Landsstýrismaðurin hevur valt limir eftir tilmæli frá hesum pørtum: Almannamálaráðið, Almannaverkið, Heilsumálaráðið, Psykiatriska Depilin, Undirvísingarstýrið, Yrkisfelagið Miðnám, Føroya Tekniska lærarafelag, Nám, Sernám, og Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Tey, sum manna arbeiðsbólkin, eru:

Almannamálaráðið: Símun J. Hansen
Almannaverkið: Leif Olsen
Heilsumálaráðið: Guðrun Maria Mortensen
Psykiatriska Depilin: Súsanna Reinert Petersen
Undirvísingarstýrið: Ragnar A. Joensen (skrivari)
Yrkisfelagið Miðnám: Terji á Lakjuni
Føroya Tekniska Lærarafelag: Elsebeth Vilhelm
Nám: Tóra Petersen
Sernám: Kinnie A. Mortensen
Uttanríkis- og mentamálaráðið: Hanna Ziskason Hansen og Joan Knudsen (forkvinna)

Tíðindaskriv frá UMMR


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.