Tíðindi

Árligi læraradagurin nærkast

Eins og mongu undanfarnu árini hittast lærarar, leiðslur og skúlafólk til áhugaverdar fyrilestrar og verkstovur í Norðurlandahúsinum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

5. februar 2020

Um minni enn tvær vikur verður Norðurlandahúsið karmur um afturvendandi læraradagin fyri allar landsins lærarar, leiðslur og skúlafólk.

Læraradagurin í hesum skúlaári verður sum undanfarin ár býttur í tvey soleiðis, at helvtin hittist týsdagin 18. februar og hin helvtin mikudagin 19. februar. Lærarar hava frammanundan teknað seg til eina verkstovu, og síðan fara øll eisini at hoyra tríggjar felags fyrilestrar.

Síðan skúlaárið 2013-14 hava lærarar havt ymisk skeið og ment seg í eitt nú í: KT; fakligari lesing; happing/trivnaður; floksleiðslu; framtíðarskúlin og í burðardygd. Øll hesi evni hava givið innlit og fingið okkum at sæð hesi viðurskifti við øðrum sjóneykum.  

Heitið á læraradegnum 18./19. februar er Lærdómur er lættur at bera og høvuðsevnið er Læring í 21. øld.

Evnið verður lýst soleiðis á snar.fo: Læringshugtakið er undir støðugari broyting og menning, og hugsan okkara við hesum evninum er at kveikja kjakið um læringshugtakið, bæði í breiðum høpi og í egnari undirvísing.

Skráin er hendan:

Gevandi læraradagar

Síðan táverandi Mentamálaráð og Nám í 2013 løgdu til brots við skilagóða hugskotinum at savna lærarar við tí í huga at geva íblástur og menna hvønn einstakan, hava afturmeldingarnar verið sera jaligar um læraradagarnar. Fyrilestrarnir hava verið góðir og relevantir, og verkstovurnar hava verið framúr væl fyriskipaðar, og lærarar hava tí fingið nógvan íblástur og vitan við sær heim.

Vit gleða okkum til komandi læraradag, har ljós verður varpað á læringshugtøk.

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.