Tíðindi
12.06.2023
Handfaringin av málinum í Vestmanna skúla, sum byrjaði við stjórasetanini í september 2021, og kæruni frá lærarum um støðuna í skúlanum upp undir summarferiuna árið eftir, er dømi um, at myndugleikarnir, sum hava viðgjørt málið ikki virða fyrisitingarrættin, við ikki at hoyra allar partar í málinum, áðrenn samanumtøka og niðurstøða verður gjørd. Tað heldur formaður Føroya Lærarafelags. Hann harmast um, at vánaliga umrøðan skúlin fekk orsakað av handfaringini av málinum, hevur avleiðingar fyri tey, sum vóru rakt av málinum, og fyri fólkaskúlan sum heild. Lærarafelagið átalaði alt fyri eitt skeivu mannagongdina í opnum brævi til Undirvísingarstýrið, og gjørdi eisini Uttanríkis- og mentamálaráðið varugt við støðuna.
- Tað hevur stóran týdning, at felagið ger vart við týðiligar feilir og átalar, tá ið tað er neyðugt, so vit kunnu koma lærarum og skúlunum undan tílíkum støðum, tí vánaliga handfaringin av málinum hevur álvarsligar avleiðingar fyri tey, sum verða rakt.
Avleiðingarnar kunnu vera stórar. Talan kann vera um versnandi hug at vera til arbeiðis og vantandi orka og yvirskot at gera alt tað, tú skalt sum lærari. Tað kann eisini ganga út yvir samstarvið, sum eigur og má vera í einum skúla. Og í síðsta enda gongur tað eisini út yvir sálarheilsuna hjá teimum, sum eru partur í málinum, vísir Jacob Eli S. Olsen á.
- Tað nítur fast at vera illa viðfarin av myndugleikunum, og tað hevur persónligar og starvsligar fylgjur við sær. Myndugleikarnir eru settir at tæna okkum øllum. Minsta krav er, at teir fyrisita rætt og gera sær ómak at hoyra allar partar. Myndugleikarnir kunnu ikki bara hyggja at støðuni hjá øðrum partinum. Teir eiga at viðgera eitt og hvørt mál út frá báðum síðum. Vit koma nógv betur burtur úr trætum og ósemjum, um myndugleikarnir gera sær ómak at hoyra allar partar.
Fólkaskúlin er partur av almennu fyrisitingini og undir fyrisitingini hjá Undirvísingarstýrinum vegna Barna og Útbúgvingarmálaráðið. Tá ið trætumál, tvístøður og ósemjur koma fyri í einum skúla, kemur Undirvísingarstýrið inn í málið. Tá er tað fyrisitingarlógin, sum eigur at liggja teimum fremst í huga, og hon fyriskrivar neyvt, hvat eigur at verða gjørt.
- Í almennari fyrisiting er umráðandi at virða allar partar, áðrenn niðurstøða verða gjørd. Er mann partur av einum máli, fyriskrivar lógin partshoyring, tað vil siga, at partarnir verða kunnaðir um avgerðina, sum ætlanin er at taka út frá tí, sum er komið fram frá pørtunum, og partarnir hava møguleika at viðmerkja tað. At verða partshoyrdur er meiri enn at verða hoyrdur, tá ert tú beinleiðis partur av málinum. Ikki minst við tí í huga er sera umráðandi at gera sær ómak at fyrisita rætt.
Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at felags fyri handfaringina hjá myndugleikunum í slíkum málum er, at teir ikki taka røddina hjá lærarunum í nóg stórum álvara.
- Í slíkum málum havi eg saknað, at myndugleikarnir taka røddina hjá einum lærarahópi ella lærarabólki í størri álvara. Tá ið ein lærarahópur sigur frá, at støðan ikki er nøktandi, at stórir trupulleikar eru, og at støðan er órógvandi fyri undirvísingina og skúlan, arbeiðshugin og arbeiðsheilsuna, so gongur alt ov long tíð, áðrenn myndugleikarnir lurta og taka lærararnar í álvara. Tað er undranarvert, tí tað er hóast alt lærarin, sum stendur andlit til andlits við næmingin hvønn einasta dag, og skulu vit arbeiða fram ímóti, at næmingarnir fáa ein góðan skúladag, so mugu vit tryggja, at lærarin er væl fyri.