Tíðindi

Álitisfólkaskeið í tveir dagar

Í morgin og ovurmorgin hittast álitisfólkini hjá Føroya Lærarafelag á skeiði á Viðareiði

15-11-2022

Nógv ymiskt er á skránni teir báðar dagarnar, álitisfólkini eru á skeiði. Byrjað verður í morgin ári við morgunmati, og fyrsta evnið er sáttmálasamráðingarnar.

Seinnapartin eru evnini skúlanet og fráboðanarskyldan. Á kvøldi er máltíð, túrur í bygdini og kvøldseta á skránni.

Fyrsta evnið á skránni hósdagin er arbeiðstíðaravtalan og virksemisætlanin. Síðan verður tosað um álitisfólkið og leiðsluna, og seinnapartin hevur Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, upplegg við evninum: “Betra um arbeiðsgleðina, slepp undan strongd og avrika betur”.

Føroya Lærarafelag hevur javnan skeið fyri álitisfólkunum. Karmarnir um leiklutin sum álitisfólk eru lýstir í avtaluni um álitisfólk. Har stendur millum annað, at álitisfólkið skal vera talsmaður limanna, tryggja at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum og syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum hjá limunum.

Álitisfólkini í Føroya Lærarafelag eru 31 í tali.

Myndin er tikin á álitisfólkaskeiðnum í 2019.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.