Tíðindi

Álitisfólk og trygdarumboð týðandi á hvør sín hátt

Bindiliðið hjá Lærarafelagnum út til skúlarnar eru álitisfólkini. Flestu álitisfólk hava sitið í sínum sessi í nógv ár, og hetta ber boð um, at tey trívast í arbeiðinum sum álitisfólk; vónandi merkja tey, at tey gera mun fyri limirnar og felagið. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

21. juli 2020

Hetta seinasta árið hevur felagið, saman við álitisfólkunum, lagt dent á vegleiðingina um hóttanir og harðskap móti lærarum – vegleiðandi mannagongdir. Hetta arbeiðið er ikki komið á mál enn, og tað ger tað helst ongantíð, men vit vilja gera okkara fyri, at bæði álitisfólk og skúlar fáa so stóra ávirkan á hesa mannagongd, soleiðis at allir partar kenna seg aftur í henni.

Arbeiðið heldur fram eftir summarferiuna. Tá fara vit vónandi at fáa fleiri viðmerkingar frá skúlunum, tí eg veit, at onkur skúli hevur brúkt nakað av tíð ta seinastu vikuna áðrenn summarferiuna til at arbeiða við vegleiðingini. Tað er sera týdningarmikið, at allir partar verða hoyrdir, tí tað er ymiskt, hvat rørir seg á ymsu plássunum, og tað er ikki óhugsandi, at onkur partur er ov illa lýstur ella manglar.

Í Danmark er býtið millum álitisfólkið og trygdarumboðið sera greitt. Her hjá okkum er skipanin við trygdarumboðum ikki nóg sjónlig. Tað hevur enntá verið okkurt dømi um, at sami lærari umboðar bæði. Tá er ringt at gera mun á, nær man er hvat. Álitisfólkið er okkara fólk á staðnum, tað er trygdarumboðið ikki, sjálvt um teirra arbeiði eisini hevur við okkara limir at gera. Tað er okkara uppgáva at menna álitisfólkini, meðan tað er uppgávan hjá arbeiðsgevaranum at menna trygdarumboðið. Tá skipanin við trygdarumboðum varð sett á stovn, vóru øll á skeiði og fingu innleiðslu í, hvør teirra uppgáva er. Tað er arbeiðsgevarin, ið skal syrgja fyri, at limirnir fáa bjóðað skeið, útbúgving ella aðrar førleikar, ið eru neyðug til tess at røkja uppgávurnar.

Álitisfólk hevur eitt varaálitisfólk, sum tað kann venda sær til, um tað eru støður, har tað er neyðugt við fýra eygum. Trygdarumboðið hevur eisini fólk, ið tað kann venda sær til at sparra, men tað kann vera gott hjá álitisfólkinum og trygdarumboðnum at práta saman, tí teirra arbeiðsøki eru tvinnað saman við, at tað eru somu starvsfólk, tað snýr seg um.

Øll vilja vit hava ein skúla, har trygd og trivnaður eru í hásæti hjá arbeiðsfólkunum; við álitisfólkinum og trygdarumboðnum hava vit eina góða skipan, ið kann røkka langt.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.